Toftamenn við Løkin

Í fjør flutti B68 niður úr bestu og í næstbestu deildina. Í fjør flutti næstbesta NSÍ liðið upp í næstbestu deildina. Í dag bresta hesi bæði liðini saman við Løkin í Runavík.

Setningurin hjá B68 er at endurvinna plássið í bestu deildini. Setningurin hjá NSÍ er at varðveita plássið í næstbestu deildini.

Higartil hevur tað hilnast væl hjá báðum liðum at arbeiða seg fram ímóti málinum. NSÍ hevur fingið 9 stig burturúr og er nummar seks. B68 er oddalið. Toftamenn mistu fyrstu stigini fyri einari viku síðani, tá ið teir á Svangaskarði vóru partur av málleysum javnleiki ímóti TB.

B68 liðið er væl fyri. Kristian Anton Andreasen hevði trupulleikar fyrr í vikuni, men tað verður roknað, at hann verður við.

Hjá NSÍ er miðverjin Viggo Johannesen við aftur, eftir at hann hevur verið leikbannaður. Jann Martin Mortensen og Debus Danielsen, sum hava spælt nógv við Formulaliðnum, vera við ímóti B68.

Fyrsta bríkslið við Løkin verður klokkan 16.