Toftamenn á veg til hús við trimum stigum

Tað er gott lag í B68 ferðalagnum, sum í góða summarveðrinum er á veg úr Fuglafirði og út á Toftir.

B68 hevur seinnapartin vunnið 3-1 á ÍF. Í 1. hálvleiki skoraði Keita tvey mál fyri B68. Spenningur kom í aftur, tá ið Høgni Madsen eftir horna minkaði um munin til 2-1.

Men B68 var leikliga omaná, og tá ið tað restaði eitt lítið korter skoraði Ndende fyri B68, sum harvið vann 3-1.