Fótbóltur
Eftir tapið fyri EB/Streymi fyri viku síðani var einki at ivast í, hvussu treytirnar hjá B36 vóru. Skuldi liðið framhaldandi fylgja við oddaliðnum úr HB, so kravdust trý stig, tí tað kundi so ikki roknast við, at HB fór at missa nakað inni á Skála.
B68 var tó ikki komið til Havnar at leggja seg niður. Toftamenn taldist ikki millum liðini, sum fólk flestu undan kappingarárinum roknaðu við skuldu liggja í oddinum, men teir hava tó verið treystir. So við og við eru stig alla tíðina komin inn á kontina, og serstakliga í verjupartinum hevur liðið verið framúr.
Skiftandi spæl
Fyrstu løtuna var tað tó ikki sjónligt, hví hetta hevur verið so. Við at breiða spælið út í bæði borðini eydnaðist fleiri ferðir B36 at leggja bóltar inn fyri málið, har Albert Svævarsson tóktist hava óvanliga stórar trupulleikar. Hinvegin vístu toftamenn eisini tenn, og eitt nú mátti ein meistarlig bjarging frá Tróndi Vatnhamar til, fyri at forða Jann Inga Petersen í at skora við langskoti, og eisini Fróði Benjaminsen og Øssur Hansen høvdu naskar skotroyndir, sum tó heldur ikki funnu vegin fram til meskarnar.
So við og við fekk B68 tó nakað, sum líktist einum yvirtakið. Verjuspælið gjørdist alt meira sannførandi, og og á miðvøllinum høvdu Øssur, Fróði og Jann Ingi munandi betri tak á spælinum, enn Jens Kristian, Klæmint og Jákup. Hartil var eisini sjónligt, at leikbannið hjá Allani Mørkøre órógvaði B36 verjuna meira, enn gott var. Hetta hevði fingið Ion Geolgau at umskipa verjupartin, og ikki minst kom tað illa við hjá B36, at Rúni Elttør hevði stórar plaseringstrupulleikar í vinstra borði, har móstøðumenninir á einfaldan hátt fleiri ferðir megnaðu at spæla seg ígjøgnum.
Tað var tó úr hinum borðinum, at fyrsta málið í dystinum kom. Jann Ingi sendi Øssur Hansen avstað í vinstra borðið. Fyrrverandi landsliðsmaðurin var hart kroystur, men úr horninum fekk hann kortini sent bóltin innfyri. Sendingin lá nær málinum, og ivaleyst átti Tróndur Vatnhamar at komi út eftir bóltinum, men tá hetta ikki hendi, kundi Súni Fríði úr stuttari fjarstøðu seta høvdið á.
Breiddin restar í
Og so gjørdist alt so nógv truplari hjá B36. Seinsta korterið undan steðginum royndu teir at trýsta, men tað gekk framvegis sera striltið at spæla seg fram til veruligar málmøguleikar. Nakrar ferðir var tó av álvara vandi á, tá spælið hevði hug at klumpa seg saman í B68-brotsteiginum, men hinvegin lúrdi vandin fyri kontra eisini alla tíðina. Og John Heri Dam átti kanska at punkterað dystin, tá hann í kapprenning við Fróða Clementsen slapp leysur, men Tróndur Vatnhamar kom enn einaferð væl út úr málinum.
At B36 ongan tíð megnaði at skapa sama trýst eftir steðgin, hevði sínar heilt einføldu orsøkir. Fyrst og fremst at John Petersen ikki kendi seg heilt væl, og tí ikki kom á vøllin eftir steðgin. Hartil kom so eisini, at Pól Thorsteinsson eftir eitt trælær heldur ikki sá seg føran fyri at spæla, og tí misti B36 verjuálitið, samstundis sum Jens Kristian Hansen noyddist av miðvøllinum.
Og tað er helst júst í hesum, at stóri trupulleikin hjá B36 í ár hevur verið. Sjálvandi er tað ikki bara at siga tað, tá avloysarar skulu finnas fyri John Petersen og Pól Thorsteinsson, tí talan er hóast alt um tveir av teimum allar bestu í føroysku kappingini. Men veruleikin er samstundis, at B36 ikki hevur ein skiftisbonk, sum borgar fyri eini støðu í oddinum. Var FM-kappingin bert ein dystur millum teir fyrstu ellivu, so er lítil ivi um, at B36 hevði verið heilt frammi í oddinum, men tá talan so er um leikara nummar 13, 14 og 15, verður liðið skert ov nógv, í einum longum kappingarárið er tað ikki nøkur haldgóð støða.
Líkist einum topp-liði
Hjá B68 er talan kanska heldur ikki nakran breiðan hóp, men sæð ið mun til útgangsstøðið fyrr í ár, so er talan um munandi tilgongd. Arnbjørn Danielsen, Jákup Eli Olsen, John Heri Dam og Súni Fríði Johannesen eru allir leikarar, sum pynta um ein og hvønn fyrstudeildarhóp í landinum, og yvir høvur tykist ilt at fáa eyga á nakað veikt punkt á liðnum yvirhøvur. Royndirnar hjá hópinum komu eisini til sjóndar í seinna hálvleiki sunnudagin, tí hóast B36 skapti millum lítið og einki, so lótu toftamenn seg ikki lokka niðaneftir uttan víðari. Heldur bíðaðu teir eftir avgerandi møguleikanum, sum kundi koma, og tjúgu minuttir fyri leiklok bundu teir so um sekkin.
Klæmint Matran var ikki nóg ansin, tá bólturin varð spældur beint á hann, og í royndunum at vinna bóltin aftur, framdi hann fríspark móti Fróða Benjaminsen. Frísparkið varð sent innfyri, og tá B36 ikki fekk ruddað nóg væl burtur, var John Heri Dam fyrstur á og langaði bóltin í kassan.
Og fyri B68 var hetta staðfestingin av, at liðið nú av álvara hevur bityið seg fast í oddin. Og eftirhondini er eisini torført at síggja, hví teir ikki eisini framhaldandi skulu vera ein partur av hesum.
Komandi dystirnar skulu teir spæla móti ávíkavist KÍ á heimavølli og FS Vágum á útivølli. Tveir dystir, har liðið á pappírinum hevur góðan møguleika fyri fullari úrtøku, og megna teir tað, so kann væl vera, at teir eru enn tryggari á silvurplássinum. Enn er kanska dekan ov langt upp á oddasessin, har HB aftur styrkti um sína støðu, men eitt silvurmerki man eisini vera væl meira enn tað, sum fólk á Toftum høvdu roknað við undan kappingarbyrjan.
B36-B68 0-2 (0-1)
0-1: Súni Fríði Johannesen, 34
0-2: John Heri Dam, 69
Dómari: Niclas á Líðarenda. Lat fyri tað mesta leikarnar sjálvar um at avgreiða dystin, og fyri tað allar mesta gekk hetta eisini væl.
B36: Tróndur Vatnhamar ? Kenneth Jacobsen, Fróði Clementsen, Pól. Thorsteinsson, Rúni Elttør ? Klæmint Matras, Jákup á Borg, Jens Kristian Hansen ? Bárður Mortansson, John Petersen, Heðin á Lakjuni
B68: Albert Svævarsson ? Dánjal Hansen, Hans Fróði Hansen, Jákup Eli Olsen, Arnbjørn Danielsen ? Bogi Petersen, Jann Ingi Petersen, Fróði Benjaminsen, Øssur Hansen, John Heri Dam ? Súni Fríði Johannesen