Løgmanssteypið
Undan páskunum hevði B68 framvegis eina hampuliga bjarta vón um, at tað skuldi bera til hjá teimum at spæla seg víðari úr bólkaspælinum í steypakappingini, men tann vónin er nú um at kámast.
Bert trý stig spurdust burtur úr teimum báðum dystunum hjá toftamonnum, og hetta var í øllum førum eitt minni enn tað, sum vónirnar vóru um.
Og toftamenn kendu seg eisini eitt sindur órættvíst viðfarnar í Fuglafirði skírisdag. Longu eftir lítlum korteri legði Hanus Eliasen heimaliðið framum, og størsta partin av fyrra hálvleiki vóru fuglfirðingarnir eisini omaná. Seinna umfarið royndi B68 at trýsta, og teir fingu eisini tvingað seg til eina ávísa yvirvág, men tað eydnaðist ikki at skjóta neyðuga málið.
Annan páskadag átti B68 so heimavøll móti TB, og her var kravið púra einfalt ein sigur. Tað eydnaðist eisini hjá árstalsfelagnum at tryggja sær hendan, men 1-0 móti einum liði úr næst bestu deildini var helst ikki tað, sum heimaáskoðararnir høvdu roknað við.
Tað skal tó sigast, at B68 hevði hópin av møguleikum at gera sigurin enn tryggari, men gott málverjaspæl og vantandi neyvleiki gjørdu tó sína ávirkan, og so má B68 sláa seg til tols við teirri sannroynd, at teir nú hava fýra stig undan seinasta umfarinum.
Tað hevur EB/Streymur eisini, men seinasta umfarið tykist tó nakað ólíkt hjá hesum. Tá hevur EB/Streymur heimavøll móti Skála, meðan B68 tekur ímóti GÍ. Ein dystur, sum toftamenn skulu vinna, men sum hagtølini siga sína greiðu fatan um.
ÍF dyrgir eftir heimavølli
Oddasessurin í bólkinum var ein spurningur millum GÍ og ÍF. Her høvdu gøtumenn betri kortini eftir sigurin í Fuglafirði í næsta umfarinum, og skírisdag styrktu teir um støðuna við einum tryggum 4-0 sigri á TB. Stóri maðurin tann dystin var Krzystof Popczynski, sum stóð fyri trimum av málunum, og tó at hann eisini misnýtti aðrar góðar møguleikar, so er sjónligt, at hann fer at hava meira enn vanliga stóran týdning fyri GÍ í ár.
Annan páskadag var so oddabrakið á skránni, men leikliga gjørdist dysturin eitt stórt vónbrot. At GÍ eisini varð skert miðskeiðis í uppgerðini, tá Súni Olsen fekk sítt seinna gula kort, hevði sína stóru ávirkan í hesum, men heimaliðið megnaði so kortini at halda fast um oddasessin.
Krzystof var aftur her avgerandi faktorurin, tá hann í seinna hálvleiki skeyt einasta málið í dystinum, og so kunnu gøtumenn nakað róliga gera seg til reiðar til fjórðingsfinalurnar, har teir nú eru vísir í at fáa heimavøll.
Tað kunnu fuglfirðingarnir eisini fáa, men tað er so treytað av úrslitunum hjá KÍ, VB og HB í seinasta umfarinum, eins og ÍF tá helst skal vinna ein trivaligan sigur í heimadystinum móti TB.
ÍF-B68 1-0 (1-0)
1-0: Hanus Eliasen
GÍ-TB 4-0 (3-0)
1-0: Krzystof Popczynski
2-0: Krzystof Popczynski
3-0: Hans Pauli Petersen
4-0: Krzystof Popczynski
B68-TB 1-0 (1-0)
1-0: Øssur Hansen
GÍ-ÍF 1-0 (0-0)
1-0: Krzystof Popczynski