Toftamenn treiskaðu seg til eitt stig

Fótbóltur: Fuglfirðingar vóru ikki nóg ansnir, tá teir í 2. hálvleiki skuldu verja leiðsluna

Tað var einki at fara skeivur í, tá Lassin Isaksen bríkslaði fyri síðstu ferð í Fuglafirði leygardagin: toftamenn kendu tað, sum teir høvdu vunnið eitt stig, meðan teir á heimaliðnum og teirra viðhaldsfólk høvdu kensluna av, at tey høvdu mist tvey stig.

ÍF kom fram um 2-1, tá seinna umfarið var bara tríggjar minuttir gamalt, og hóast gongdin eftir tað var, at B68 sendi alt meiri fólk fram á vøllin, og tað mesta tískil gekk fyri seg á hálvuni hjá ÍF, so var tað heimaliðið, ið hevði størstu møguleikarnar, tá teir fóru í skjótálop. Tann størsta fingu teir, tá Bárður á Lakjuni, sum var ytstur í vinstru og ofta var frammi við í álopunum, legði innfyri til super vandamikla pólverjan Mariniak. Hesin gjørdi skjótt av og fluktaði, men við síðuna av málinum hjá Magnusi Poulsen. 3-1 tá og B68 hevði ikki komið afturíaftur.

Men heimaliðið hevði ikki øll stigini eftir í Fuglafirði, og tað kunnu teir partvís takka sær sjálvum fyri, tí Øssur Hansen, sum hevur stóran leiklut á B68 miðvøllinum, fekk langar teymar, og tað hevði við sær, at hann kundi leggja fleiri vandamiklar bóltar innfyri úr borðunum.

Vanliga leiktíðin var farin, tá ein av hesum krossbóltunum gav mál: Øssur sendi innfyri úr vinstru, og russiski framherjin, Andréy Stakhánov, sum annars var sera tætt ansaður av ÍF liðformanninum Torsteini Joensen, var fyrstur á og stýrdi við pannuni bóltinum í ÍF málið, og so hendi ikki meiri, sjálvt um spælið helt á einar tríggjar minuttir afturat.

At 2. hálvleikur gjørdist so drúgvur komst av, at kantspælarin hjá B68 í høgru, Jan Petersen, lá skaddur á vøllinum eina góða løtu í 2. hálvleiki. Tað gjørdi hann eftir samanbrest, júst tá hann skuldi senda móti málinum dygst uttanfyri brotsteigin. Fríspark stóðst av støðuni, men tað sendi Øssur Hansen í manngarðin. Fyri Jan Petersen kom Janus Thomsen á vøllin, og hetta var fyrsta ferðin, at hann spældi á besta liðnum í landskappingini.

Hóast B68 hevði bóltin nógv í 2. hálvleiki, so spældu teir seg ikki til so nógvar upplagdar møguleikar. Andréy Stakhánov hevði bestu royndina úr 16 metrum miðskeiðis í 2. hálvleiki. Eftir innlegg frá Øssuri Hansen sendi hann móti málinum, men Erling Joensen hálvbjargaði, bólturin trillaði spakuliga í stólpan, og so spurdist ikki meiri burturúr.

Serghéy Kréksjin, russiski miðvallarin hjá B68, hevur higartil fyri tað mesta sitið á bonkinum. Hesa ferð kom hann inn, tá tað restaði eitt korter, og hann styrkti um skipaða fótbóltspartin.


Javnt fyrra umfar

Fuglfirðingar løgdu annars bragdliga fyri. Teir trýstu nógv fyrstu tíggju minuttirnar, men so fótaði B68 sær, og tað var ikki púra óvæntað, tá teir komu á odda eftir eitt korter. Andréy Stakhánov sendi innfyri úr høgru eftir innkast, og miðvallarin Olaf Højgaard skoraði úr stuttari fjarstøðu.

Útjavnandi málið stutt fyri steðgin kom eftir skjótálop: Áslakkur R. Petersen, sum var verjukendur miðvallari, sendi eitt sindur úr høgru og diagonalt, og Mariniak toygdi seg fram og fluktaði av baklinjuni og fimm metrar úr stólpanum og í málið. Vinkulin var so spískur, at tað tóktist fullkomuliga ómøguligt at fáa mál.

Komandi sunnudag vera bæði ÍF og B68 á heimavølli. Fuglfirðingar fáa vitjan av meistarunum úr B36, og vágbingar skulu á Svangaskarð.