Toftamenn ætla sjálvir at avgera

Bæði í B68 og í KÍ, sum sigur farvæl við Tomislav Sivic, eru allir spælararnir tøkir

 

B68 hevur ofta staðið seg væl í Klaksvík. Tey seinastu árini hevur tað tó ikki gingið so væl. Men í dag vóna teir í B68, at tað í hvussu so er fer at eydnast teimum at fáa eitt stig. Um teir fáa stig, so vinna teir bronsumerkini, uttan mun til hvussu tað fer at spæla av hjá VB.

Arnold Joensen er tøkur á gamla heimavøllinum, og tað eru allir hinir B68 spælararnir eisini. Einki hevur enn verið at hoyrt um, um tað verður Jóannes Jakobsen ella onkur annar, sum komandi ár skal standa á odda fyri B68, sum hevur ársveitslu í kvøld.


Fleiri við aftur

Tá KÍ sunnudagin var í Miðvági, var Jan Joensen ikki við, og yngri beiggi hansara, Allan Joensen, noyddist at taka seg av vøllinum. Tað noyddust Kurt Mørkøre og Alexander Djordjevic eisini. Úr Klaksvík frætta vit, at allir hesir hava vant í vikuni og tískil eru tøkir hjá Tomislav Sivic seinnapartin í dag.

Dysturin í dag verður tann síðsti hjá KÍ við Tomislav Sivic við róðrið. Í Miðvági spældi Sivic sjálvur við. Hann var sera væl upplagdur, og hinir spælararnir hildu, at tað hevði verið hugaligt, um snillingurin hevði víst síni góðu evni í síðsta dystinum á heimavølli. Men tað verður ivaleyst torførari hjá KÍ og Tomislav Sivic at spæla ímóti toftamonnum, enn tað var at spæla ímóti FS Vágum.