Toftamenn spældu og NSÍ misnýtti

Fótbóltur: Hóast B68 hevði leikliga yvirvág, so var tað NSÍ, sum hevði størstu møguleikarnar ? bæði liðini eru framvegis málleys

Skulu vit taka støði í tí, sum tað plagar at myndast, tá grannarnir á Toftum og Runavík hittast á leikvøllinum, so var tað serliga 2. hálvleikur dýra biðidag á Svangaskarði, ið var líkur tí, tað plagar at vera. Tá fór at oysregna, og skilið í spælinum minkaði. Spælararnir ofraðu seg fullkomuliga, taktisku bindingarnar kámaðust alt meiri, og tú hevði eina kenslu av, at tað meiri enn so kundi koma eitt mál, og at tann parturin, sum skoraði fyrst, fór at vinna.

Næstan møguleikar at skora vóru í báðum endum, men hvørja ferð megnaðu verjuspælararnir at fáa bóltin burtur, áðrenn álopsspælararnir fingu avgerandi skotið á, og so kom einki mál. Og tað hevur aftur við sær, at nú hava bæði fjarðbúgvaliðini spælt 180 minuttir í landskappingini, og hava ikki megnað at skorað mál, og so er spurningurin, hvussu leingi hetta fer at standa við.


Møguleikarnir

Tað vóru í hvussu so er tríggir ógvuliga upplagdir møguleikar at skora mál á Svangaskarði. Tann størsta fekk miðvallarin hjá NSÍ, Sjúrður Jacobsen, tá 24 minuttir vóru farnir. Eftir høgt frísparksinnlegg úr vinstru var bólturin á veg út í hitt borðið, tá ein av verjuspælarunum hjá heimaliðnum stakk fótin fram fyri at geva bóltinum eyka ferð. Leikandi venjarin hjá NSÍ, Milan Cimburovic, visti, hvussu tað skal berast at í sovorðnari støðu. Hann lá púra flatur, dómarin bríkslaði fyri brotssparki, og so var alt lagt upp til fyrsta NSÍ málið í 1999. Sjúrður sendi bóltin til vinstru fyri seg sjálvan, men ólukkutíð fyri hann og hansara lið, so var ov lítil kraft í skotinum, og til stóra frøi fyri heimafólkið bjargaði Magnus E. Poulsen í B68 málinum.

Hin stóra møguleikan hjá NSÍ fekk Christian Høgni Jacobsen beinanvegin í 2. hálvleiki. Hann fekk fatur á óneyvum tvørbólti í B68 verjuni, setti ferð á og megnaði ? staddur eitt lítið vet til høgru ? at koma inn um alla verjuna, og tá málverjin kendi seg noyddan at leypa út, lyfti NSÍ maðurin upp um málverjin, bólturin stiklaði nakrar ferðir, áðrenn hann tók í handara stólpan og fór aftur í spæl, og so var liðugt hjá NSÍ.

B68 var serliga í 1. hálvleiki fleiri ferðir í støðum, sum væl kundu havt borið mál við sær, men teir vóru ikki nóg neyvir, tá avgerandi bólturin skuldi leggjast. Størsta møguleikan fekk liðformaðurin Fróði Benjaminsen tíðliga í 1. hálvleiki, tá B68 hevði gott tak á. Marlon, sum saman við Marcelo stórtreivst, tí teir vóru ikki so tætt dekkaðir, sneiddi fleiri av í høgru, hann legði flatt út frá baklinjuni, og ikki so langt úr málinum sendi Fróði uppum.


Spælbýtið

Í 1. hálvleiki spældi B68 góðan fótbólt. Spæligleðin var stór, teir tordu at bjóða seg til, viðhvørt høvdu teir tol, og viðhvørt settu teir ferð á, og tað kom ofta fyri, at teir komu ígjøgnum bæði í vinstru og høgru síðu, men teir fingu altso einki mál.

Tað var heilt týðuligt, at tað serliga var á miðvøllinum, at tað var púra galið hjá NSÍ. Teir góvu toftamonnum nógv pláss at spæla á. Bara Helgi Lamhauge Petersen (var hálvsjúkur og spældi bara 1. hálvleik) og Sjúrður Jacobsen vóru beinleiðis miðvallarar. Umframt teir tríggjar á toppinum hevði NSÍ spælandi venjaran meiri sum høgra vong enn sum miðvallara, og tá gestirnir harafturat í 1. hálvleiki tóktust tungir í tí og ikki serliga hugaðir at bjóða seg til í uppbyggjandi partinum, so var einki undarligt, at tað gekk illa at spæla seg til møguleikar.

NSÍ spældi við fýra monnum í flatari verju. Hetta setur stór krøv um góðar og neyvar avtalur, og hetta var ikki altíð sannførandi í 1. hálvleiki, tá heimaliðið fleiri ferðir kom ígjøgnum.

At tað eydnaðist komst av yvirtalinum á miðvøllinum. B68 hevði bara Marcelo heilt frammi. Fróði Benjaminsen var hangandi álopsmaður, og á miðvøllinum var Oleif Joensen bóltvinnari. Afturat sær hevði hann Olaf Højgaard og Marlon, og bæði Jan Petersen í høgra borði og Jákup Djurhuus í vinsta borði tóku dúgliga lut í uppbyggjandi partinum. Men tað eydnaðist altso ikki at fáa mál, og í 2. hálvleiki fór skipaða spælið í bakgrundina, og í stríðnum fyri at vinna, kundi tað havt koppað báðar vegir, men málleysa støðan helt sær, eisini tí at nýskipaða B68 verjan við Finn Mørk á aftasta manni stóð seg væl.


B68-NSÍ 0-0

B68: Magnus E. Poulsen ? Jan Petersen, Fróði Clementsen, Finn Mørk, Signar Johannesen, Jákup Djurhuus ? Marlon, Oleif Joensen, Olaf Højgaard, Fróði Benjaminsen ? Marcelo

NSÍ: Dejan Milanovic ? Kári Sigvardsen, Dánial Hansen, Arnfinn Langgaard, Jónstein Petersen ? Milan Cimburovic, Helgi L. Petersen, Sjúrður Jacobsen ? Óli Hansen, Christian Høgni Jacobsen, Gert Langgaard