Tá ið Petur Reinert bríkslaði fyri síðstu ferð í góðveðrinum á Svangaskarði í gjár, søgdu kropsburðir hjá teimum á og kring vøllin alla søguna.
Teir reyðu heimamenninir stórfegnaðust. Tað hevði eydnast at hildið tørn um 1-0 leiðsluna, sum varð vunnin eitt korter undan leikloki, og harvið hevði tað eydnast at fyribyrgja, at HB skuldi koma aftur í aftur, og at tað í síðstu løtu skuldi koppa HB til fyrimunar soleiðis, sum tað so ofta verður sagt, at gongdin hevur verið.
Toftamenninir drógu eisini andan lættliga, tí at stutt undan leikloki hevði verið spent støða í B68 brotsteiginum. HB liðformaðurin, Fróði Benjaminsen, sum er uppvaksin á Svangaskarði, fór um koll í B68 brotsteiginum, og teir hvítklæddu HB spælararnir og viðhaldsfjøldin uttan fyri vøllin vóru ivaleys í, at teirra liðformaður hevði vunnið teimum brotsspark. Men Petur Reinert segði nei, og í staðin fyri at peika á ellivu metra blettin, tók hann gula kortið úr lummanum og vísti HB liðformanninum tað.
Merkisvert met
Støðutalvan sigur, at tað stendur ikki væl til hjá meistaraliðnum úr høvuðsstaðnum, og søguligu hagtølini siga, at tað skal leitast væl og leingi fyri at finna ár, tá ið tað hevur verið so soltið, sum tað er í 2011.
Nú 20 umfør eru farin, sigur talvan, at HB er á sjeynda plássi við 22 stigum ella seks fleiri enn ÍF, sum er á niðurflytingarplássi. Støðutalvan sigur eisini, at HB hevur tapt tíggju dystir ella aðru hvørja ferð
HB hevur ongantíð áður tapt tíggju ferð í einum kappingarári. Lakasta árið í nýggjari tíð var í 2001, tá ið HB tapti níggju dystir. Tá var kappingin átjan umfør, og tað vil siga, at HB tapti aðru hvørja ferð. Endastøðan ta ferðina var sjeynda plássið ella sama plássið, sum HB nú er á.
Striltið við samanspælinum
At tað ráddi um at binda um í verjupartinum heldur enn at bjóða til í álopspartinum var sjón fyri søgn.
Heimaliðið hevði Christian Stokholm og Oddur Højgaard í miðverjuni, og Ndende var rættuliga verjukendur miðvallari. Kanska minti hann meiri um triðja miðverjan enn um miðvallara.
HB hevur ofta havt tað torført á Svangaskarði, og tað var einki at taka seg aftur í, at gestirnir heldur enn fegnir vildu hava stigið við sær til hús, sum teir høvdu frá dystarbyrjan.
Tá ið hugburðurin í báðum legunum var soleiðis, var tað ikki at undrast á, at tað ikki vóru nógvir framrættaðir í brotsteiginum, tá ið roynt varð at leypa á, og harvið vóru málmøguleikarnir bæði fáir og smáir.
Eitt korter restaði, tá ið B68 liðformaðurin og miðvallarstýrismaðurin, Jann Ingi Petersen, av brotsteigarmarkinum og eitt vet til vinstru sendi bóltin upp um manngarðin. Teitur Gestson hálvbjargaði umvegis tvørtræið, og síðani var tað álítandi vongverjin í vinstru, Niclas Joensen, sum við høvdinum setti bóltin í HB málið og harvið tryggjaði heimaliðnum øll stigini.
Tað endar neyvan við, at B68 ella HB flytir niður. Úrslitið hesa ferð kann fara at vísa seg at vera ógvuliga týdningarmikið fyri toftamenn, og tí var einki at siga til, at teir stórfegnaðust, og at HB fólkið hekk við nevinum, tá ið Petur Reinert hevði bríkslað fyri síðstu ferð.
Vit hyggja niður eftir
B68 miðvallarin André Olsen var væl nøgdur, tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð.
– Hetta var ein tættur dystur, sum kundi havt koppað báðar vegir. Hann koppaði okkum til fyrimunar, og tá ið vit síggja dystin sum heild, so haldi eg, at tað var í lagi, at tað vóru vit, sum vunnu øll stigini
Fram ímóti dystarenda vildu teir í HB hava dómaran at bríksla fyri brotssparki, tá ið Fróði Benjaminsen fór um koll, eftir at hann hevði verið í nærdysti við B68 málskjúttan Niclas Joensen.
– Niclas sigur sjálvur, at hann ikki nart Fróða, og at tað var í lagi, at Fróði fekk gult fyri at filma. Men eg má siga, at eg hevði ikki verið ovfarin, um dómarin hevði bríkslað í sovornari støðu. Tað gjørdi hann tíbetur ikki, staðfestir André Olsen.
B68 er sjey stig frá niðurflytingarstrikuni, og tað eru seks stig fram til NSÍ, sum er á fjórða plássi. André Olsen er ikki í iva, hvønn veg toftamenn hyggja:
– Vit mugu framvegis arbeiða okkum burtur úr botninum. Tá ið tað er eydnast, fáa vit at síggja, hvussu langt tað fer at røkka.
Fríspørkini kostaðu nógv
HB venjarin, Sigfríður Clementsen, harmaðist um, at hansara menn ikki høvdu vunnið úrtøku á Svangaskarði, tí hann metti, at HB í verjupartinum hevði verið meiri sannførandi enn heimaliðið.
– Trupulleikin var, at vit góvu ov nógv fríspørk fram ímóti brotsteiginum, og tað var ein sovorðin støða, sum kostaði málið, ið avgjørdi dystin ídag.
HB venjarin vildi vera við, at liðið hjá honum var snýtt fyri brotsspark fram ímóti dystarenda:
– Tað var kontakt millum Fróða og verjuspælaran, og tí átti dómarin at havt bríkslað fyri brotssparki, men í løtuni fáa vit ikki sovornar støður við okkum, staðfesti Sigfríður Clementsen.
Á HB liðnum vóru fleiri ungir spælarar, og venjarin rósti teimum fyri gott avrik:
– Vit brúka fólkið, sum er tókt. Tað er positivt, at tað eru ungir menn, sum eru uppvaksnir í felagnum, sum arbeiða seg inn á liðið. Trupulleikin er, at vit ikki hava breiddina, sum er neyðug. Vit stríðast fyri at varðveita plássið í deildini, og í løtuni kunnu vit ikki hugsa um nakað annað, segði HB venjarin eftir dystarlok á Svangaskarði.









