Toftamenn mistu luftina

Hóast tað stóð á jøvnum í steðginum, so vann VB við seks málum móti ongum, tá botnliðið B68 var á vitjan

VB hevur staðið seg sera væl í landskappingini í 2. deild í ár, og um vikuskiftið vunnu vágbingar stórsigur á toftamonnum, sum enn liggja aftast.
Fyrri hálvleikur var annars sera javnur, og bæði liðini skaptu sær fleiri málmøguleikar. Tað var annars heldur løgið, at einki mál kom fyri steðgin, tí at málmøguleikarnir vóru avgjørt til tess.
VB sendi nógv fólk fram á vøllin, og hetta gav eisini B68 møguleika fyri nøkrum skjótálopum.

VB fær hol á
Tá bert fimm minuttir vórðu leiktir í seinna umfari, fekk VB hol á. Tað var Bergur Vinther, sum skeyt tað málið.
Eftir hetta málið fór luftin úr ballónini hjá B68, og leikararnir fullu í fátt. Hóast tað hevði gingið væl inntil hetta fyrsta málið, góvu toftamenn at kalla skarvin yvir.
VB var als ikki til at steðga eftir steðgin, og málini skolaðu inn í B68 málið. Janus Kjærbo økti til 2-0 og Bergur Vinther fekk sítt næsta mál, tá hann skoraði til 3-0.
Kári í Lágabø skoraði til 4-0, og tann innskifti Sigmund Mikkelsen skoraði til 5-0 og 6-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Við hesum sigrinum heldur VB tørn í oddinum og er framvegis við í stríðnum um heiðursmerkini. Næstu ferð skulu teir til Havnar at spæla ímóti B36.
B68 hevur framvegis ein møguleika at lívbjarga sær í 2. deild. Fýra stig eru nú upp til B71. Fyrri hálvleikur í Vági ber boð um, at toftamenn kanska hava okkurt at bjóða uppá í seinnu helvt av landskappingini.
Næstu ferð tekur B68 ímóti KÍ, sum er væl koyrandi í løtuni.

VB-B68 6-0 (0-0):
1-0: Bergur Vinther
2-0: Janus Kjærbo
3-0: Bergur Vinther
4-0: Kári í Lágabø
5-0: Sigmund Mikkelsen
6-0: Sigmund Mikkelsen