Tað sást ikki á vøllinum við Skúlan á Løgmannabreyt, at munurin á liðunum er so stórur, sum støðutalvan sigur, at hann er.
B68 kappast fyri at vinna uppflyting, og luturin hjá Giza Hoyvík er at stríðast fyri at sleppa undan hóttanini av niðurflyting.
Úrslitið var 2-2.
Í fyrra hálvleiki legði Giza Hoyvík seg framum bæði 1-0 og 2-0.
Í fyrra førinum var tað Hugin á Borg Feber, sum eftir langa sending og í 11. minutti rann frá verjuni og sneiddi framvið Petur Meinhard Magnussen í B68 málinum, áðrenn hann trillaði bóltin í netið.
Í seinna førinum var tað liðformaðurin Niklas Fríði Jacobsen, sum í 28. minutti setti bóltin í málið, og tað vóru møguleikar hjá heimaliðnum at økja uppaftur meiri um leiðsluna.
Fýra minuttir undan steðginum minkaði Esmar P. Clementsen um munin, og harvið kveiktist av álvara vónin í B68 um, at tað fór at eydnast, hóast fyrsti hálvi tímin var so soltin.
Tað eydnaðist at javna, tá ið liðformaðurin Jan Ingi Petersen tjúgu minuttir undan leikloki umsetti brotsspark til mál.
Toftamenn megnaðu ikki at skora sigursmálið. Báðir partar vóru tætt við, men tað endaði 2-2.
Giza Hoyvík hevur nú níggju stig, og B68 hevur 25 stig.