Toftamenn hava nógv at spæla fyri

Hjá toftamonnum ræður um at halda fast um europiska plássið, sum liðið framvegis liggur til, og so er vónin, at onkur av teimum omanfyri snávar.

Alt hetta kann tó vera tað sama, um tað ikki eydnast at vinna stigini í dag, tá 07 Vestur vitjar.

Tað er tó lítið at ivast í, at B68 er stórfavorittur móti niðurflytarunum, sum tó vunnu ein av sínum sigrum ímóti júst B68, tá toftamenn vitjaðu í Sørvági í summar.