Tað var einki at rafla um. B68 vann í dag 3-0 á heimavølli ímóti longu niðurflutta AB.
Vánaligu líkindini vóru orsøk til, at dysturin varð spældur á grasvøllinum og ikki á graslíkisvallinum á Svangaskarði.
Kamara umsetti brotsspark til 1-0, eftir at Keita varð feldur.
Sutt undan steðginum økti Jóhan Petur Poulsen til 2-0, og miðskeiðis í 2. hálvleiki var tað André Olsen, sum staðfesti 3-0 heimasigurin.
------------------
50 min
2-0
Tað er grimdarregn og vindurin er nógvur!
-------
Hálvleikur
2-0
Seinna B68 málið skoraði Jóhan Petur Poulsen stutt undan steðginum.
Heimaliðið hevur havt nógva vindin undan.
Vánaligu líkindini bera við sær, at tað er ómøguligt at fáa skipa fótbóltsspæl í lag.
-----------
Tað eru ógvuliga vánalig líkindi á Svangaskarði, har AB vitjar.
Eftir stóran hálvan tíma hevur B68 lagt seg á odda 1-0. Málskjútti var Kamara, sum umsetti brotsspark til mál. Dómarin peikaði á ellivu metra blettin, eftir at Keita varð feldur.
Tað er so mikið nógvur vindur á Toftum í dag, at tað ikki varð hildið vera ráðiligt at spæla á graslíkisvøllinum. Tí varð flutt inn á grasvøllin, har tað er eitt sindur meiri lívd. Men líkindini eru ikki góð, og fyritreytirnar eru ikki so góðar hjá spælarunum, sum ikki eru skøddir at spæla á grasi.