Toftamenn fingu armarnar niður

TB tykist av álvara hava sett spurtin ígongd, og leygardagin gekk hetta út yvir B68

2. deild

B68 hevur seinastu vikurnar sett gongd á eina bjargingarætlan, sum næstan hevur lyft liðið av botnsessinum. Ikki minst mundi tað koma óvart á, tá teir fyri kortum gjørdust fyrsta liðið, sum fekk fult ímóti IF, men yvir høvur hevur framgongdin hjá liðnum verið stór.
Leygardagin komu teir so ruddiliga niður aftur á jørðina, tá teir vóru á Sevmýru og vitjaðu. Har var rætt og slætt einki roks av nøkrum slag. Heimaliðið legði fyri sum eitt óløgi, og teir helmaðu at kalla ongan tíð í. Í øllum førum ikki fyrr enn sigurin var slerdur væl og virðiliga fastur.
Longu í hálvleikinum var støðan 7-0 til heimaliðið, og so var tað bara spurningur um at fáa tíðina at ganga hjá báðum pørtum.
Tíverri eydnaðist okkum at fáa raðfylgjuna á øllum málunum hjá TB. Men Dan Mortensen skeyt so fýra mál. Kaj Roest trý og so skutu Óli Johannesen, Hallur Christiansen og Jens Rói Sørensen eitt mál í part.
Við sigrinum syrgdi TB soleiðis fyri, at trýstið á ÍF verður varveitt, og sum støðan nú sær út, so verður talan um áhugaverda uppgerð, tá ÍF um tvær vikur vitjar á Sevmýri.