Toftamenn eru trongdir

Toftamenn eru á veg til Suðuroyar, har tað á Vágseiði í kvøld verður sonn lyklauppgerð millum FC Suðuroy og B68.

Einasta liðið, sum B68 higartil í ár hevur vunnið fulla úrtøku ímóti, er FC Suðuroy. Síðani 2-0 heimasigurin 22. juli ímóti FC Suðuroy hevur B68 spælt seks ferðir, uttan at tað hevur eydnast at vinna fulla úrtøku. Talan hevur verið um tveir javnleikir og fýra tap. At toftamenn framvegis eru omanfyri strikuna kemst av, at tað eisini hevur gingið so út av lagi illa hjá TB.

Stóri trupulleikin hjá B68 hevur verið mongu skaðarnir, og skaðar gera framvegis um seg. Eitt nú er ivasamt, um Jann Ingi Petersen er førur fyri at spæla. Hann hevur verið so nógv skaðaplágaður í ár sum ongantíð áður. Kristian Anton Andreassen er tøkur aftur, og Óli Olsen er leikbannaður.

Hjá FC Suðuroy hevur leikandi venjarin, Sasa Kolman, seinastu ferðirnar verið uttanfyri. Hann var annars stinnur í miðverjuni.