Toftamenn eru málleysir

Grannauppgerð verður á Svangaskarði seinnapartin. NSÍ fer út um Rókina við fýra stigum í posanum. Vertirnir taka ímóti við tómum posa. B68 hevur higartil hvørki vunnið stig ella skorað mál í landskappingini.

Ábyrgdarmaður fyri heimaliðnum er Pauli Poulsen, sum í fjør var venjari í Runavík.

-Vit vóna og trúgva uppá, at tað gongur rætta vegin. Í Gundadali ímóti HB var avrikið vánaligt. Síðani hevur tað verið væl betur, hóast vit ikki hava vunnið stig. Ímóti ÍF vóru vit óhepnir, tí vit vóru heilt væl við, tá ið teir skoraðu tvey mál, og hóast vit taptu í Gøtu, so vóru vit væl við. Tað var sera óheppið, at teir skoraðu beinanvegin, heldur Pauli Poulsen.

Toftamenn hava verið óvanliga nógv skaðaplágaðir, og hóast onkrir eru um at koma fyri seg, so er tað framvegis stórur saknur í langtíðarskaddu framrættaðu monnunum.

Meðan tað undan kappingarbyrjan varð roknað við B68 millum tey fremstu, so varð ikki so nógv roknað við NSÍ, sum í trimum teimum fyrstu umførunum hevur bjargað sær fýra stig. Tey eru øll vunnin á heimavølli ímóti uppflytarunum.

-Í steypadystinum í Klaksvík fóru fýra mál ígjøgnum, og tað eigur ikki at koma fyri. Har vóru vit ov slappir og ov lítið grammir í stríðnum um returbóltarnar, sigur NSÍ venjarin Kári Reynheim, ið er væl nøgdur við avrikini í landskappingini:

-Vit hava verið væl skipaðir, og tað hevur borið við sær, at mótstøðuliðini ikki hava spælt seg til nógvar málmøguleikar. Í álopspartinum hava vit ikki verið nóg neyvir, staðfestir NSÍ venjarin.

Helgi L. Petersen var ikki við í 4-2 steypatapinum í Klaksvík. Hann verður í miðverjuni ímóti B68.