Fótbóltur
Í fjør flutti B68 fyri aðru ferð innan stutta tíð niður úr bestu deildini. Fyrru ferðina var steðgurin í næstbestu deildini bara eitt ár. Eftir at fimm umfør eru fingin frá hondini í hesum kappingarárinum bendir alt á, at steðgurin hjá toftamonnum í næstbestu deildini heldur ikki hesa ferð verður serliga langur.
Stigatalvan segði frá toppuppgerð, tá ið B68 vitjaði í Leirvík. Har var klassamunur. B68 var væl betri skipað enn heimaliðið, og tá ið eitt korter var farið, vóru toftamenn væl og virðiliga á sigurskós. Ovi Magnussen setti hol á eftir horna, og Alexandro økti eftir uppspæl í høgru, innlegg og út frá aftur.
Fimm minuttir undan steðginum fekk LÍF mót av nýggjum, tá ið Bárður á Lakjuni við fremra stólpan eftir innlegg frá Sølva Vatnhamar úr høgru stýrdi bóltinum í málið. Men gleðin var stokkut, tí minuttin seinni tamdi Mortan Hansen innlegg úr høgru frá væl upplagda Kristian Antoni Andreasen og sendi í málið til 3-1 B68 leiðslu.
Eftir steðgin hevði heimaliðið bóltin væl meiri, enn teir høvdu havt frammanundan. Teir megnaðu tó ikki at seta málið hjá Gunnar á Steig undir trýst, og í staðin var tað sera ágrýtni Jósup Henriksen, sum eftir kiksaða LÍF rangstøðufellu skoraði til 4-1.
Andzej er gull verdur
ÍF og FSVágar vunnu trivaligar heimasigrar og hava 10 stig í part – fimm færri enn oddaliðið. Fimm fuglfirðingar vóru millum teir fyrstu ellivu á ÍF liðnum, sum smurdi SÍ av 6-0. Nenad Saric setti hol á beinanvegin, og eftir hálvan tíma økti Bartal Eliasen við stútara eftir horna. Sjey minuttir eftir steðgin økti Nenad Saric eftir kontra, og Bartal Eliasen økti til 4-0 við brotssparki, sum varð dømt, tí innskifti Vincent Jacobsen varð hildin í brotsteiginum.
Elvan Taser lyfti eftir uppspæl í høgru upp um SÍ málverjan, Sunvard Joensen, og eftir uppspæl í vinstru staðfesti Atli Petersen tenniseggið í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat.
Á Valloyrini vóru teir á heimaliðnum kløkkaðir, tá ið Johan Ellingsgaard beinanvegin legði B36 framum og harvið skoraði fyrsta B36 málið í ár. Næstsíðsta fótin á bóltinum átti B36 venjarin, Kurt Mørkøre.
Andrzej Stretowicz var stóri maðurin hjá FSV04. Í 1. hálvleiki skoraði hann tvær ferðir – stútari eftir horna og retur eftir skot í stólpa - og í evstu løtu staðfesti hann 5-1 heimasigurin. Karl Jóhan Djurhuus og Jógvan Holm skoraðu hvør sítt mál í 2. hálvleiki, sum var eyðkendur av, at alt varð avgjørt, tá ið FSV04 beinanvegin økti um leiðsluna.
Rimmar KÍ-sigur
Í Gundadali vóru nógvir unglingar á næstbestu liðunum hjá HB og KÍ. Unglingaspælarin Páll Klettskarð setti hol á, eftir at miðvallarin Kristian á Lakjuni hevði spælt hann leysan. Jón Jacobsen lyfti úr vinstru bóltin upp um Birgir Poulsen í HB málinum til 2-0, og unglingaspælarin John Hammer økti til 3-0 eftir innlegg úr høgru frá Kristiani Andreassen. Tá vóru átjan minuttir farnir og harvið var KÍ sigurin vísur.
Tveir HB spælarar sóu reytt í 2. hálvleiki. Beinanvegin eftir at Vagnur Mohr Mortensen var vístur av vøllinum, minkaði Tróndur Sigurðsson um munin við beinleiðis frísparki. Krzystof Popczynski setti seg sjálvan inn á HB liðið, men unglingaspælarin hjá KÍ, Álvur F. Christiansen, tók síðsta spenningin úr uppgerðini, tá ið hann varð spældur leysur og sneiddi framvið málverjanum, áðrenn hann skoraði. Superveteranurin, Marek Vierzbicki, sum stutt frammanundan var komin á vøllin, staðfesti við frísparki 5-1 KÍ sigurin.
Tað endaði við trivaligum sigri, men tað gekk striltið hjá TB ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ. Í 1. hálvleiki fekk heimaliðið bara málið, sum Dan Mortensen skoraði eftir uppspæl í vinstru og innlegg. Óli Johannesen økti við beinleiðis frísparki, og síðstu fimm minuttirnar skoraði TB tvey mál afturat.










