Stóri spurningurin, sum ikki er svaraður, og sum tað er stórur áhugi fyri, er, um tað fer at eydnast B68 at vinna uppflyting úr næstbestu deildini, og um tað harvið verða tvey lið, sum fara at flyta niður úr bestu deildini.
Í dag øktist B68 møguleikin at flyta upp.
Annar partur av orsøkini til hetta var, at toftamenn vunnu 3-0 á heimavølli ímóti næstbesta liðnum hjá Skála.
Hin parturin av orsøkini var, at KÍ tapti í Fuglafirði. Nú er tað heldur næstbesta liðið hjá KÍ, enn tað er næstbesta liðið hjá NSÍ, sum B68 skal vinna seg framum. Tað hevur týdning, tí NSÍ og B68 hava avgreitt allar innanhýsis uppgerðirnar. Tað hava B68 og KÍ ikki.
Annan sunnudag skal B68 til Klaksvíkar. Um tað tá eydnast B68 at vinna fulla úrtøku, so verður tað undan tveimum teimum síðstu umførunum bara eitt stig frá B68 og fram til KÍ og bronsuplássið, sum gevur teimum uppflyting, um toftamenn røkka tí.
Umframt imóti KÍ skal B68 spæla ímóti B71 (h) og Víkingi (ú). KÍ skal umframt ímóti B68 spæla ímóti Suðringum (h) og HB (ú).
Møguleikin hjá B68 at flyta upp er treytaður av, at liðið vinnur ímóti KÍ og ein dyst fleiri enn KÍ í tveimum teimum síðstu umførunum.
Ímóti Skála á Svangaskarði var tað 17 ára gamli Bárður Ólavsson Jensen, sum setti hol á longu í níggjunda minutti. Sjey minuttir eftir steðgin var tað Otto Reinert Petersen, sum økti um heimaleiðsluna til 2-0, og eitt korter undan leikloki var tað Albert Róin Johannesen, sum staðfesti 3-0 B68 sigurin.
Skála hevur 25 stig ella sama stigatal sum B71. Hesi bæði liðini kappast við Giza Hoyvík um at sleppa undan at flyta niður. Annan sunnudag fær Skála vitjan av Giza Hoyvík. Úrslitið í tí dystinum fer at hava stóran týdning fyri, hvør fer at flyta niður.










