Toftamenn í bíðistøðu

Tað var í kapprenning við Svangaskarð, at ætlaða høllin í Skálabotni vann rættin til tær 12 stuðulsmilliónirnar frá UEFA.
Enn hevur tó gingið striltið við at sjóseta ætlanina um nýggju høllina. Og FSF-formaðurin útilokar ikki, at Svangaskarð aftur kann koma upp á tal.
- Toftamenn høvdu jú sína umsókn um stuðul til fótbóltshøll. Verður ætlanin í Skálabotni ikki til nakað, so gangi eg út frá, at tey á Toftum er sinnað at koma á banan við sínum projekti aftur, sigur Óli Holm.
Í løtuni er hetta tó ikki aktuelt, sigur forsetin. FSF arbeiðir framvegis við høllini í Skálabotni, og eingin formlig umsókn av nøkrum slag er komin FSF í hendi.