Toftamenn 24 ár millum teir bestu

Eftir at NSÍ megnaði at koppa Skála, fer finalan um bronsukrónurnar leygardagin at standa á Mølini millum heimaliðið og Skála, sum eftir øll seytjan tey fyrstu umførini hevur verið á heiðursmerkjaplássi

17. UMFAR SAMANUM

Mánakvøldið gjørdist tað til veruleika, sum tað størsta partin av kappingarárinum hava verið heilt góðar ábendingar um fór at gerast veruleiki. Eftir 24 ár í fremstu røð, eftir at teir tríggjar ferðir hava verið meistarar, og eftir at teir hava vunnið fleiri sett av bæði silvur og bronsu krónum - í fjør vunnu teir bronsu - noyðist B68 tungu leiðina niður í næstbestu deildina. At hetta skuldi gerast veruleiki hevur ligið í luftini mesta partin av kappingarárinum. Bara tær seinastu vikurnar hevur B68 liðið skúmað eitt sindur og skavað stig til sín. Mánakvøldið var avrikið heldur ikki tað, sum er orsøkin til beinleiðis niðurflyting.
At B68 er dømt til niðurflyting, kemst sjálvandi av, at tey átta stigini, sum teir hava skavað saman, ikki røkka nóg langt. ÍF hevur undan síðsta umfarinum fingið tólv stig. Teir hava vunnið tríggjar ferðirnar. Í tveimum av førunum hevur tað verið móti NSÍ.
Um grannarnir hjá B68 høvdu havt staðið seg betri móti ÍF, enn teir hava gjørt, so hevði støðan hjá bæði B68 og NSÍ havt verið øðrvísi. Mánakvøldið hevði NSÍ venjarin givið fleiri av royndu spælarunum bonkarkjans. Tveir dreingjaliðsspælarar vóru millum teir fyrstu ellivu, og tað royndist væl. Dreymurin hjá NSÍ hevur verið og er at vinna fyrsta meistaraskapin. Hann verður í hvussu so er at bíða inntil næsta ár. Talan verður heldur ikki um lættaru sløgini av heiðursmerkjum í ár. Tað kundi tað havt verið, um NSÍ ikki hevði havt mist so nógv móti ÍF. Mánakvøldið hoppaði NSÍ fýra pláss fram á støðutalvuni, og sjálvandi iðra teir seg nú um, at tað ikki spurdist okkurt slag av krónum burturúr.
Við sigri á Skála syrgdi NSÍ fyri, at tað er ikki so lítil møguleiki fyri, at Skála í síðsta umfarinum fer at missa bronsukrónurnar. Um hetta gerst veruleiki, so verður tað rættuliga merkisvert. Eftir átta tey fyrstu umførini var Skála á gullplássinum, síðani vóru teir fleiri umfør á silvurplássinum, og nú hava teir vart bronsuplássið nakrar ferðirnar. Men tað er støðan eftir átjanda og síðsta umfarið, sum er avgerandi, og tá kann tað altso koma soleiðis fyri, at Skála fer at standa eftir við ongum.
Uttan at teir nýttust at fara í stuttu brøkurnar tryggjaðu teir í B36 sær mánakvøldið silvurmerkini. Við sigri á Skála syrgdi NSÍ fyri, at B36 fær somu endastøðu, sum teir rukku í fjør.
EB/Streymur hevur ongantíð havt endastøðu, sum hevur verið so góð, sum hon var í fjør. Tá endaðu teir á sætta plássinum. Við sigrinum á Svangaskarði mánakvøldið er tað upp til teir á Mølini at gera av, um teir skulu vinna fyrsta settið av heiðursmerkjum og harvið luttøku í Intertoto Cup. Treytin er, at teir leygardagin fara at vinna, tá ið skálamenn koma norður á Mølina. Tað er so mikið tætt millum tey í miðjuni, at tað eisini er møguleiki fyri, at EB/Streymur kann lenda á sjeynda plássinum. Tað fara teir at gera, um Skála fer at vinna á Eiði, og um KÍ á heimavølli fer at vinna á ÍF, og NSÍ og GÍ samstundis á hvør sínum heimavølli fara at vinna á ávikavíst HB og VB.
TB er best fyri í kappingini um at loysa B68 av. Teir eru javnir í stigum við B71. So eru tað innanhýsis dystirnir, sum eru avgerandi. Har er eisini javnt. B71 vann á TB á Sandi, og TB vann á B71 á Sevmýri. Í innanhýsis uppgerðini verður bara roknað við stigum og ikki við málum. Í samlaðum málmuni er TB eitt veti betri enn B71, og tað kann fara at verða avgerandi. Í síðsta umfarinum skal TB spæla á heimavølli móti longu niðurflutta VB, meðan B71 skal spæla á útivølli móti B36.
Um tað skuldi borið á, at oddaliðini kiksað, so hevur AB, sum leygardagin skal vestur í Vágar, framvegis møguleikan at røkka sama stigatali sum TB og B71. Hvussu tað so fer at tørna út valdast um so nógv, og tað verður at liggja, inntil tað nærkast meiri síðsta umfarinum.