Toftamaður víðari í X Factor

Aftur í ár er ein føroyingur við í donsku sangkappingini

Tá TV2 í kvøld sendi fyrsta part av X Factor 2020, var ein føroyingur millum luttakararnar. Talan er um 24 ára gamla Kára Fossdalsá, sum er av Toftum. 

Hann sang kenda lagið "I'm Not the Only One" hjá Sam Smith, sum tey góvu út í 2014.  Ungi toftamaðurin kláraði seg stak væl, og tað sást, at dómararnir vóru hugtiknir av hansara framførslu.

Tí var heldur eingin ivi millum dómararnar, og teir sendu Kára Fossdalsá beinleiðis víðari til næsta umfar í árins X Factor sangkapping.