Hann er føddur og uppvaksin á Toftum. Er útbúgvin á hægri handilsskúla. Er 50 ára gamal og hevur starvast hjá Shell í Føroyum, Bretlandi og Danmark í 25 ár. Í dag er hann fíggjarstjóri í eini av heimsins størstu fyritøkum. Tummas Hansen umsitur tær 20 milliardirnar, sum Shell í Danmark fær burtur úr sínum oljuvirksemi í Norðsjónum saman við Mærsk og Chevron.
Tummas hevur júst verið heima í Føroyum og vent. Saman við bretska leitistjóranum hjá í Shell Danmark, Simon Daman Willems og nýggja miðlastarvsfólkinum hjá Shell har, Regitze Reeh, hevur Tummas Hansen vitjað Jarðfeingi og tosað við fólkini har. Eisini hava tey vitjað á skrivstovunum hjá BP og Statoil. Shell, sum hevur verið partur av oljuleitinini við Føroyar frá fyrstu byrjan, tað var eitt tað fyrsta felagið, sum søkti um loyvi at gera kanningar her, er framvegis virkið á føroyskum øki, umframt at tað er ein virkin partur av bæði leiting og framleiðslu vestan fyri Hetland. Harvið hevur Shell ein týðandi leiklut í oljuleiting og framleiðslu á Atlantsmótinum sum heild.
Broyting hjá Shell
Herfyri var sokallaði downstreamparturin av Shell í Føroyum seldur øðrum. Har vóru leitiloyvini hjá Shell á føroyska landgrunninum umsitin. Nú eftir søluna verður uppstreamparturin, tvs. leitiloyvini hjá Shell umsitin av Shell UK, Faroe Branch, har Tummas Hansen er deildarleiðari, tó at hann arbeiðir hjá Shell í Danmark. Eisini Shell í Noregi hevur týðandi leiklut í umsitingini av føroyskum leitiloyvunum. Tann tøkniligi parturin av umsitingini av loyvunum fer fram har. Umframt Føroyar so umsitur Shellskrivstovan í Danmark eisini leitivirksemið hjá Shell í Grønlandi.
Men tað er toftamaðurin Tummas Hansen, sum hevur fingurin á pulsinum. Bæði hvat viðvíkur føroysku loyvunum og fíggjarumsitingini av oljuvirkseminum hjá Shell í Norðsjónum.
Shell við frá byrjan
Shell var við, tá fyrstu leitiloyvini vórðu latin í 2000, saman við BP og boraði tá Svínoyarbrunnin í ”Gullhorninum”. Tað var eisini við, tá Statoil boraði Longanbrunnin í 2001 somuleiðis í Gullhorninum, eftir at tað keypti upp felagið Enterprice, sum var við í leitiloyvi við Statoil sum fyristøðufelag. Shell var tí eisini við í Brugdubrunninum, har Statoil somuleiðis var fyristøðufelag. Shell er loksins eisini við í Williambrunninum, sum verður boraður í løtuni.
Hyggja vit eftir hesi áhugaverdu søguni, so er Shell tað altjóða oljufelag, ið hevur verið við í flest brunnum, sum eru boraðir á Føroyaøkinum, tó at tað ongantíð hevur havt leiklutin sum fyristøðufelag. Felagið hevur í dag eisini partar í tveimum øðrum loyvum, har Statoil er fyristøðufelag.
Eru framvegis við
Herfyri seldi Shell part av sínum Williamloyvi til Faroe Petroleum og til suðurkoranska oljufelagið STX. Tá vórðu gitingar frammi, um Shell var við at taka seg úr føroyskari oljuleiting.
-Tað eru vit sjálvandi ikki. Tað er heilt vanligt í altjóða oljuleiting, at feløg fyri at spjaða váðan selja burtur av loyvum. Vit ætla okkum ikki at rýma úr Føroyum. Tummas Hansen hevur tó onga viðmerking, tá vit spyrja hann, um Shell fer at søkja um nýggj leitiloyvi í 3. útbjóðing. –Mær vitandi liggur uppskotið til hesa útbjóðing í løgtinginum, og tí vita vit ikki, hvat endaliga úrslitið av henni verður. Vit fara sjálvandi til ta tíð at hyggja uppá tað, sum verður lagt fram. Hetta fer tó at innganga sum partur av raðfestingini hjá Shell ”Woldwide”, og endaligar avgerðir um framtíðar leitiíløgur hjá Shell verða tiknar á høvuðsskrivstovuni í Hálandi.
Týðandi lut í donsku oljuvinnuni
Høvuðsuppgávan hjá Tummasi Hansen er at røkja fíggjarstjórastarvið hjá Shell í Danmark. Shell er partur av Dansk Undergrund Consertinum saman við Mærsk og Chevron. DUC umsitur umleið 90% av oljuframleiðsluni í Danmark, og harav eigur Shell 46%, tó at tað er Mærsk, sum er fyristøðufelag. Árligu inntøkurnar frá hesi framleiðsluni eru umleið 20 milliardir krónur, ið Tummas skal tryggja eru í góðum hondum og vera væl umsitnar. Á skrivstovuni eru umleið 20 fólk.
Tummas Hansen býr í dag uttanfyri Keypmannhavn. Hann hevur konu og tvey børn. Hann byrjaði at arbeiða hjá Shell í Føroyum í 1982 og var her í fimm ár. Haðani gekk leiðin til Bretlands og Danmarkar og hevur hann verið partur av Shellsamtakinum í samfull 25 ár.
Vit spurdu Tummas, um hann hevur hugsað at koma heimaftur til Føroya at arbeiða, eitt nú um olja verður funnin her. –Eg havi tað sera gott, har eg eri, men hvat framtíðin hevur at bjóða í Føroyum vil tíðin so vísa. Vónandi verður olja funnin fyrr ella seinni, og tað fer so at økja um eftirspurningin eftir fólki.










