Toftafólk missa ikki posthúsið

Postavgreiðslurnar á Toftum og aðrastaðnis verða ikki lagdar niður.

Ætlanin hjá Postverkinum og fyrrverandi landsstýrismanninum í postmálum verður sostatt av ongum.

Ætlanin hjá Postverk Føroya var at niðurleggja postavgreiðslurnar á hesum støðum: Toftum, Gjógv, Porkeri, Fámjin, Sandvík, Viðareiði, Stykkið, Skálavík og Kvívík.

Ætlanin fekk undirtøku av táverandi landsstýrismanni í postmálum.

Til tess at steðga hesi ætlan, tóku 7 tingmenn (Hendrik Old, Jákup Olsen, Jógvan A. Johannesen, Ingeborg Vinther, Lasse Klein, Signar á Brúnni og Tordur J. Niclasen) seg saman og løgdu uppskot á ting, har m.a. varð víst á, at ætlanin ikki kundi góðtakast og varð undirstrikað tað neyðuga í, at varðveita tær smáu eindirnar kring landið.

Eisini varð víst á, at hesar tænastur á nevndu støðum vóru mettar so týdningarmiklar, at Postverk Føroya ikki í framtíðini av sínum eintingum kundi niðurleggja tænastur, uttan at serlig løgtingslógarheimild varð givin til tess.

Eftir tí sum løgtingið nú, við góðari undirtøku, hevur samtykt, er tað lógarásett, at Postverk Føroya hevur skyldu til at hava postavgreiðsluhús á 40 navngivnum støðum í landinum.

Sostatt verður í framtíðini neyðugt at broyta sjálvan lógartekstin - og tað kann bert tingið gera - um ætlanin er hjá Postverkinum ella landsstýrismanni er, at niðurleggja nakað postavgreiðsluhús í ávvísari bygd í landinum.

Í eini miðsavningartíð er hetta at fegnast yvir, so tøkk skulu teir hava, ið tóku undir við uppskotinum.


Eiði 17.01.98

Tordur J. Niclasen

løgtingsmaður