Fyri hálvari aðru viku síðan legði Janus Gunnarsson, sum býr á Høganesvegi 42 á Toftum, til merkis nakrar forvitnisligar steinar í bønum við húsini hjá sær, sum ikki høvdu verið har áður.
Steinarnir, sum eru ymiskir til støddar, har onkur er sum ein stórur nevi, eru svartir og lættir og minna um kolapetti. Tá steinarnir verða tiknir inn í hitan, gerast teir ljósari á liti.
- Smærru pettini eru sum skervur. Har hesi líka sum hava brent seg føst í klett ella betong, er síðan, sum vendir inn eftir, púra sløtt og síðan, sum vendir út eftir, er ósløtt. Líkt kundi tí verið til, at steinarnir eru komnir niður við nógvari ferð, sigur Janus Gunnarsson.
Hann veit ikki, hvaðani steinarnir stava, men hann veit við vissu at siga, at teir hava ikki verið á grundstykkinum hjá honum leingi. Hann slær grasplenuna fleiri ferðir í summarhálvuni, og í aðrar mátar er hann dagliga kring um húsini.
Húsaeigarin á Toftum sigur, at hann ein dagin nakað herfyri hoyrdi buldur uttan fyri húsini hjá sær.
- Eg hugsaði, um hetta mundi vera byrsuskot - ella, um hetta kanska var fýrverk, sum onkur skeyt. Um hetta hevði nakað við forvitnisligu steinarnar at gera, veit eg ikki, sigur Janus Gunnarsson.
Martin Heinesen, sum er jarðfrøðingur og býr nøkur hús norðan fyri Janus Gunnarsson á Toftum, hevur hugt upp á løgnu steinarnar, og hann hevur eisini tikið onkran stein heim við sær.
Steinarnir eru ikki kannaðir enn, men jarðfrøðingurin heldur eisini, at teir eru eitt sindur serstakir.
- Hetta er ikki vanligt grót, men um hetta kann vera komið aðrastaðni frá á náttúrligan hátt, veit eg ikki. At hetta møguliga eru steinar úr loftrúminum, er tó ikki tað fyrsta eg hugsi - uttan at kunna siga nakað við vissu um tað, sigur jarðfrøðingurin.
Ein annar maður, sum Janus Gunnarsson kennur og sum hevur høga útbúgving innan eitt nú matematikk, hevur eisini hugt at steinunum og heldur seg kunna máta, at okkurt slag av magneti er í teimum.
- Í løtuni veit eg ikki meira, men eg haldi, at hesir steinarnir, sum eru komnir niður við hús míni, eru rættiliga forvitnisligir, sigur Janus Gunnarsson.
Lesið eisini Pól Jespersen, sum veit ein heilan hóp um rúmdina og sum sigur, at jørðin tyngist fleiri túsund tons um árið av tilfari úr rúmdini -
Lesið http://www.in.fo/news-detail/joerdin-tyngist-vid-tilfari-ur-rumdini/