Toftabørn stuðla føroyingum í øðrum londum

Tað andaliga og handaliga ganga hond í hond í Toftum

Eftir barnatiltakið á Toftum seinasta leygardag er eingin ivi:
Tær handaligu gávurnar forsmáast ikki.
Sangarvurin frá Hans Jacobi Højgaard livir enn.
Og tann andaligi áhugin at stuðla trúboðarum okkara er stórur.
Tað var Ytrimissións-barnaringurin sum henda dagin hevði boðið til árligu jólasøluna í missiónshúsinum. Her var møguleiki at ogna sær lutir sum børnini sjálvi høvdu gjørt í heyst. Íalt mundu eini 300 fólk vera savnaði saman henda seinnapartin.
Við slík høvi hevur ein so ofta havt ein trúboðara við, har hann hevur greitt frá arbeiði sínum í øðrum landi. Í ár var einki undantak í so máta, tá afrikanska landið Mali var í miðdeplinum.
Jólasølan í ár gav slakar 38.000 kr. Henda upphæddin verður latin til arbeiðið hjá føroyskum trúboðarum úti í heimi, og millum tey, sum enn ikki hava hoyrt gleðiboðskapin.

SANGGLEðI
Síðani tíðliga í heyst hava toftabørn arbeitt fram móti hesum degi, tá árliga jólasølan skuldi fyriskipast.
Byrjað varð í møtisalinum í erva. Her vóru fyrst nakrir felagssangir sungnir, eins og eitt kór av børnum sang fleiri sangir. Við í kórinum vóru so at siga øll børnini, sum møta upp, tá barnaringurin kemur saman. Í tali mundu tey henda leygardagin liggja um 130, og her hoyrdist væl, at sanggleðini á Toftum bilar einki.
Síðani varð løtan komin til at gesturin fekk orðið. Mali-trúboðarin, Snorri Brend tók útgangspunkt í frásøgnini um Jónas, sum fyrst flýddi undan Gudi, men sum so at enda legði fram boðskap sín í Ninive. Úrslitið gjørdist at allur býurin vendi um til Guds. Tað skuldi seinni vísa seg, at børnini júst sungu ein sang um Jónas - og tað uttan at nakað var avtalað frammanundan!
Víðari setti trúboðarin fram spurningin um tað sama kundi henda aftur. Orðið verður nógv boðað í hesum afrikanska landinum, og ein dag fer Gud at skapa eina veking har, kanska eisini millum fulani-fólkið í Mali.
Síðani var løtan komin, tá jólasølan skuldi fara fram - lutvíst við teimum lutunum, sum børnini høvdu gjørt í heyst, og lutvíst við sølu av lutaseðlum, har vinningarnir vóru ikki færri enn 150 í tali.
Og tá talt varð upp aftaná vóru íalt innkomnar slakar 38.000 kr. henda seinnapartin, ið tiltakið vardi.

GÓð UNDIRTØKA
Hesin Ytrimissiónsbarnaringurin á Toftum hevur eftirhondini mong ár á baki.
Annaðhvønn mikudag eru børnini boðin í missiónshúsið til eina hugnaliga løtu í góðum umhvørvi.
Byrjað verður kl. 17:30 við sangi og eini andakt, og frá kl. 18 til 19 er so tað handaliga arbeiðið á skránni.
Til eitt arbeiði av slíkum slagi krevst sjálvandi ein góð fyrireiking og ein hópur av leiðarum. Og tað vísir seg, at fólk fegin vilja offra seg fyri hetta, tí íalt munnu vera um 40 leiðarar við í barnaringinum.