Toftabørn fingið størri fatan fyri teim gomlu

Hesa vikuna hava næmingarnir á Toftum arbeitt við eldraspurningum við stórum áhuga. Í dag er øll bygdin boðin í skúlan at síggja, hvat er komið burtur úr evnisvikuni

Gerandisdagurin í Tofta skúli hevur ikki verið heilt vanligur hesa vikuna. Undirvísingar- og mentamálastýrið heitti á skúlar kring landið um at arbeiða við eldraspurningum, nú altjóða eldraár er, og Tofta skúli var ikki seinur at taka av. Alla vikuna hava næmingarnir í øllum flokkum arbeitt við ymiskum, ið hevur við tey gomlu at gera, og í dag, sjálvan altjóða eldradagin, verður opið hús, har bygdafólkini kunnu støkka inn á gólvið at síggja, hvat er komið burtur úr.

Sum skilst á skúlastjóranum í Tofta skúla, Maritu Dalsgaard, hava børnini gingið upp í evnisvikuna við stórum eldhuga.

- Endamálið við evnisvikuni hevur verið at lýst gerandisdagin fyrr, at skapa størri fatan millum ung og eldri, og at geva børnum eina størri vitan um, hvussu tey gomlu høvdu tað sum børn og ung. Og sum eg havi skilt á teim gomlu, sum hava verið á skúlanum hesa vikuna, hava børnini verið ógvuliga áhuga í at hoyra, hvat tey hava at siga.

- Børnini hava gjørt eitt stórt arbeiði. Tey flestu hava verið á skúlanum longri enn vit hava ásett. Evnisvikan brýtur jú frá tí vanliga gerandisdegnum, hetta er nakað annað, tey eru saman øll, hava eina gongd fyri seg, og fólk eru komin á skúlan at greiða frá ymiskum.

Um tað er trupult hjá næmingunum at seta seg inn í, hvussu tey, sum eru gomul í dag, høvdu tað sum børn, sigur Marita Dalsgaard.

- Tey hava uttan iva nakrar ímyndanir um, hvussu tað var. Ein maður hevur greitt frá, hvussu tað var at vera barn undir krígnum, og børnini vóru ógvuliga áhugað. Tey gomlu hava tikið ógvuliga væl ímóti tiltakinum.


Stórt virksemi

Øll hús á Toftum hava fingið innbjóðing um at vitja skúlan í dag frá kl. 16-20. Fyrsti, annar og triðji flokkur halda til á einari gongd, har tey fara at vísa fram, hvat tey hava gjørt. Fjórði og fimti flokkur fara somuleiðis at halda til á einari gongd umframt í Fimleikarhøllini. Har verða smærri leikir framførdir, sum vísa ymsu tíðarskeiðini frá gomlum døgum til okkara dagar.

Sætti og sjeyndi flokkur hava fingist við gamlar myndir, sum vísa ymsar arbeiðsstøður. Í hoyna, í torvi og í skúla. Myndir eru vaksnar og hongdar upp. Hesir næmingarnir hava eisini fingist við gomul spøl, og meðan tey spæla, eru tey ílatin klæði, ið eyðkendu tíðina, spælini vóru frammi.

Framhaldsskúlin hevur arbeitt við spurningum, ið snúgva seg um tey gomlu. Tey hava tosað við pensjónistar, tikið myndir og savnað tilfar, og alt hetta verður víst á veggjunum. Ein bólkur hevur arbeitt við at lært tey gomlu at arbeiða við teldu.

Kaffistova verður á skúlanum í dag við bakstri, har dentur er lagdur á at brúka uppskriftir, sum vórðu brúktar fyrr. Uttan iva ein forkunnugur biti hjá mongum.