Nes kommuna hevur gjørt av at skifta klædning og vindeygu út í skúlabygninginum frá 1981.
- Hesin parturin av skúlanum hevur stóran tørv á skifti av klædningi og vindeygum, og talan er um vindeygu og klædning vestur eftir, eins og betonveggurin suður eftir eisini verður klæddur.
Í Nes kommunu siga tey, at neyðugt er eisini við nýggjum fýrrúmi. Tá skúlin varð bygdur í 1981, varð eisini svimjihylur bygdur. Nú er tørvur á at endurnýggja tangar og reinsianlegg.
- Nýggja útgerðin krevur størri pláss, og tí verður eitt nýtt fýrrum bygt, sum verður umleið 50 fermetrar til støddar. Nýggja fýrrúmið verður bygd aftrat verandi fyrrúmi vestureftir.
Teknistovan í Gøtu hevur ráðgivið og gjørt útbjóðingartilfar, og útbjóðingartilfarið varð latið níggju veitarum, men bert eitt tilboð kom inn. Hetta var frá Búsetur.
- Tilboðið upp á samlaða arbeiðið er á kr. 2.945.462, og kostnaðarmetingin var á kr. 2.936.350.
Bygdaráðið í Nes kommunu hevur samtykt at fara undir sáttmálasamráðingar við Búsetur, og ætlanin er at byrja arbeiðið í summar.










