Tofta havn veksur

EM Asfalt leggur nú síðstu hond á, so nýggja atløgubryggjan á Toftum alment kann takast í nýtslu Tað var á almennum bygdaráðsfundi hin 14. juli í 2006, at Nes kommuna samtykti at byggja nýggja atløgubryggju millum fyrrverandi Nyk og gomlu ferjuleguna við Toftagjógv.

Byggifyritøkan J&K Petersen fekk arbeiði at dýpa og byggja atløgusíðu, og teir eru nú lidnir við sína uppgávu.

Nú leggur felagið EM Asfalt seinastu hond á verkið við at asfalttera nýggja havnalagið. Tá ið hetta arbeiði er liðugt, verður nýggja atløgubryggjan alment tikin í nýtslu.

Á heimasíðuni hjá Nes kommunu verður sagt, at dekk og pullartar eru komin upp á pláss, og okkurt skip hevur longu ligið við bryggjuna í sambandi við onkrar smávegis umvælingar, sum tikið verður til.

Í fyrsta umfari eru umleið 100 metrar at atløgusíðu gjørdir, men ætlanin er at leingja bryggjuna seinni ? bæði norður eftir og suður eftir.

- Málið er, at henda atløgubryggjan í framtíðini kemur at røkka av Toftagjógv og heilt inn til atløgubryggjuna undir fiskavirkinum. Dýpið fram við nýggju atløgubryggjuni er umleið 8 metrar.

Nes kommuna sigur, at við hesi útbygging verða umstøðurnar í Tofta havn munandi betri, bæði til landing og avskiping.

,