Slóðbrótandi móttøkuskipanin við burturkasti frá skipum og bátum á havnaøkinum á Toftum hevur virkað væl.
Tað sigur borgarstjórin í Nes kommunu, Símin Johannesen. Hann leggur aftrat, at teir, sum eiga skip og bátar og tess manningar, eru væl nøgd við skipanina.
- Tað eru tveir oljutangar á havnalagnum, sum taka ímóti spillolju og øðrum frá skipum og bátum. Vit hava eisini eina altjóða royndarskipan (fishing for litter), har burturkast, sum trolbátar, línuskip og onnur skip fáa í trolið ella á línuna, verður tikið inn, ført til lands og skrásett, sigur Símin Johannesen.
Borgarstjórin sigur, at Tofta havn er ISPS-góðkend, og hon uppfyllir tey heilsufrøðiligu krøv, sum verða sett til havnir.