Tørvurin er stórur kring alt landið

Annika Olsen minnir Rigmor Dam á, at tørvurin á almennum búplássum er stórur um alt landið, ikki einans í Havnini.

Í løgtinginum í gjár vildi Rigmor Dam hava at vita, hvat Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, ætlar at gera við bráðneyðuga tørvin á bústøðum, verkstaðarplássum og virkishúsum til fólk við serligum tørvi í Havnini.

 

Les eisini Hava púra gloymt Havnina

 

Hon vísir á, at í Havn eru eingir bústaðir útvegaðir til fólk við serligum tørvi, síðani danski staturin gav okkum Eirargarð fyrst í áttatiárunum.

 

Leo Poulsen spurdi Anniku Olsen, hvat hon kundi svara Rigmor Dam. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra svar hennara.