Johan Dahl hevur ikki tikið støðuna hjá ættleiðingarforeldrum við, nú ætlanin er at leingja barsilsfarloyvi.
Tað sigur Annie Heinesen í nevndini í Ættleiðingarfelagnum.
Hon visur, at tað verða ættleidd færri børn nú enn undanfarin ár. Hetta er tí, at bíðitíðin er nógv longri, men eisini tí tað er vorðið dýrari at ættleiða og tí at krøvini frá gevaralondunum eru herd nógv.
Eitt nú krevja gevaralondini at ein skal uppihalda sær longur í landinum, tá ein heintar barnið.
Eitt dømi er Etiopien, har meginparturin av føroysku børnunum verða ættleidd. Í 2009 var uppihaldstíðin ein vika, í dag er hon fýra-fimm vikur.
Onnur lond krevja heilt upp til tríggjar mánaðir.
- Barsilsfarloyvi tekur ikki við, fyrrenn barnið er móttikið, so flest foreldur mugu taka sær frí uttan løn ella barsilspening, til hetta uppihald.
Annie Heinesen vísir á, at í Danmark fáa bæði ættleiðingarforeldur farloyvi upp til fýra vikur áðrenn tey fáa barnið, og krevja umstøðurnar, at tey eru enn longri í gevaralandinum, ber eisini til at leingja farloyvi fýra vikur afturat.
- Ættleiðingarforeldur hava rætt til barsislsfarloyvi í 56 vikur eftir at tey hava fingið barnið.
- Barsilsskipanin rindar tó bert barsilspening í 38 vikur tilsamans, eftir at tey hava fingið barnið.
- Foreldur hava bert rætt til barsilspening samstundis í fýra vikur.
Annia Heinesen staðfestir, at ættleiðing er ein stór broyting í lívinum bæði fyri barnið og foreldrini.
- Nógv børn reagera ógvusligt og nógv foreldur eru ørkymlað. Barnið skal venja seg við at hava foreldur og at verða ein partur av einari familju. Hetta tekur tíð, og ger at ættleiðingarforeldur hava tørv á enn longur barsilsfarloyvi, eisini eftir at barnið er heimkomi, sigur Ættleiðingarfelagið.
Annie Heinesen sigur, at hesa síðstu tíðina hevur nógv órógv verið um ættleiðing og tað hevur ikki gjørt tað lættari at verða ættleingarforeldur.
- Ættleiðingarforeldur fáa oftast eitt barn ið er millum eitt og trý ára gamalt, ella eldri, talan er um børn, ið hava verið fyri sviki, ofta fleri ferðir.
- Krøvini til ættleingarfamiljurnar gerast størri og størri, og í framtíðini kann tískil roknast við einum størri tali av ættleiddum børnum við serligum tørvi.
- Tí er tørvurin á longur barsilfarloyvi til ættleiðingarforeldur størri í dag enn nakrantíð, sigur Ættleiðingarfelagið.
- At ættleiða eitt barn úr einum øðrum landi, er ein møðandi og long prosess. Tað eigur ikki eisini at verða ein fíggjarlig forðing, leggur felagið afturat.










