Tað er longu yvir eitt ár síðani, at ivi tók seg upp um lógarheimildina hjá Búnaðargrunninum at fíggja festibrøv og mjólkakvotur.
Bjørt Samuelsen spurdi fyri einum ári síðani landsstýrismannin um hetta, og fekk tá sum svar, at Búnaðargrunnurin hevði slíka heimild, at viðgerðin var um at vera liðug og at ein endalig niðurstøða skuldi verða tikin í januar 2014.
Tó at vit nú nærkast endanum á 2014, er eingin niðurstøða komin frá Fiskimálaráðnum, og tí spyr Bjørt Samuelsen landsstýrismannin einaferð afturat.
Bjørt Samuelsen skrivar í viðmerkingunum til spurningarnar, at Búnaðargrunnurin er settur á stovn við hesum eina endamáli, at veita lán til landbúnaðin og fíggja kostnaðin av at reka jarðarumsitingina. Tað hevur víst seg, at tað er sera torført at fáa bankar at fíggja landbúnaðarvirksemi.
- Tí er neyðugt at hava eitt slag av landbúnaðarbanka, sum setir krøv til skilvísar íløgur, men samstundis kann veita lagaligari fígging enn bankarnir.
Bjørt Samuelsen skrivar, at eftir øllum at døma eru fleiri, sum hava søkt Búnaðargrunnin um fígging, men sum ikki fáa svar, orsaka av ivamálinum um lógarheimildina.
- Spurningurin, hvørt Búnaðargrunnurin kann fíggja festibrøv í sambandi við festaraskifti og fíggja keyp av mjólkarkvotum, er ein sera grundleggjandi spurningar í mun til virksemið í landbúnaðinum og hjá Búnaðargrunninum. Og tað er uppgáva hjá landsstýrismanninum at tryggja, at lóggávan er púra greið, skrivar hon.
Tí hevur hon orðað seks spurningar til avvarðandi landsstýrismann, sum er Jacob Vestergaard.
1. Hevur Búnaðargrunnurin lógarheimild at fíggja festibrøv og mjólkarkvotur - hvørja niðurstøðu er Fiskimálaráðið komið til hesum viðvíkjandi?
2. Um heimild ikki er, hvussu leingi hevur Búnaðargrunnurin so veitt fígging til omanfyrinevndu endamál á ivasomum lógargrundarlagi?
3. Nær gjørdist landsstýrismaðurin og Fiskimálaráðið varug við ógreiða lógargrundarlagið, og hvørji stig hevur landsstýrismaðurin tikið fyri at fáa viðurskiftini í rættlag?
4. Hvussu nógvar umsóknir um fígging av festibrøvum og mjólkarkvotum hevur Búnaðargrunnurin fingið, og hvussu nógvar av hesum eru avgreiddar í tíðarskeiðinum, tá ógreiða hevur verið um tulkingina av lógini?
5. Í hvønn mun hevur ivamálið um lógarheimildina ávirkað avgreiðsluna av hesum umsóknum?
6. Metir landsstýrismaðurin sjálvur, at Búnaðargrunnurin eigur at hava heimild at fíggja keyp av festibrøvum og mjólkarkvotum, og hvørji stig fer landsstýrismaðurin at taka?