Tørvur á at broyta hug­burð til endur­nýtslu­klæðir

Lat tað vera sagt beinavegin: Reyði Krossur merkir stóran góðvilja frá fólki í Føroyum og vit síggja, at fólk við gleði lata klæðir til okkara endurnýtslu, ið savnar pening til frama fyri hjálpararbeiði bæði í Føroyum og kring heimin.

– Hetta eru vit ótrúliga takksom fyri!

 

Tað skrivar Reyði Krossur í tíðindaskrivi:

Tá tað er sagt, so síggja vit samstundis ein vaksandi tørv á, at hugburðurin til at keypa endurnýtsluklæðir verður broyttur.

Støðan er tann, at hóast nógv fegin lata klæðir til endurnýtslu, so eru tað samsvarandi ov fá, ið velja at keypa hesi klæðini í hinum endanum - tá tey hava verið ígjøgnum klædnaskiljingina, eru vald út og sett til sølu í okkara handlum.

Nógv arbeiði verður lagt í at savna klæðini inn og at skilja tey bestu burturúr. Heili 4 tons av klæðum koma inn um vikuna, sum skulu ígjøgnum fleiri hendur. Samstundis senda vit eisini umleið 150 tons av klæðum av landinum um árið til endurvinning – eisini fyri aðrar hjálparfelagsskapir. 

Hetta er eitt umráðandi og stórt arbeiði, sum útvið 300 sjálvboðin gera hvønn dag í árinum, men sum er ógvuliga ósjónligt fyri onnur. Tí halda vit tað vera umráðandi, at ljós nú verður varpað á hetta økið – at tosað verður um endurnýtslu og ovurnýtslu, og at vit sum samfelag taka ábyrgd.

 

##med2##