Tørvur á 21 lærarum og tveimum skúlastjórum

Mentamálaráðið søkir eftir lærarum at manna skúlarnar eftir sumarfrítíðina

Mentamálaráðið søkir eftir lærarum at manna skúlarnar eftir sumarfrítíðina.

 

Talan er um 21 lærarastørv í 10 ymsum skúlum – alt frá stóru skúlunum í Havn til útoyggjalærarastarv í Mikinesi og einalærarastørv í Fámjin, Haraldssundi og Haldórsvík.

 

Harafturat søkir Mentamálráðið eftir skúlastjórum til skúlan í Vági og skúlan í Hvalba.

 

Men onnur størv eru eisini leysa at søkja í føroysku fólkaskúlunum. Her er talan um tíðaravmarkað lærarastørv, sum eru leys at søkja í fleiri skúlum. Tíðaravmarkað lærarastørv verða sett fyri eitt skúlaár ella styttri.