Tørvur á 18 mió til heilivág

Nýggjur heilivágur til sjúklingar við cystiskari fibrosu kann helst fáast í Føroyum. Men hetta kostar pening, sum ikki er tøkur í løtuni

 

Sjúkrahúsið hevur gjørt vart við, at tey helst fara at bjóða nýtt slag av heilivági til sjúklingar við cystiskari fibrosu um ikki so langa tíð.

 

Nýggi heilivágurin eitur Orkambi. Heilivágurin lekir ikki sjúkuna, men hjálpir sjúklinginum í gerandisdegnum. Heilivágurin hjálpir teimum, so at tey fáa betri andadrátt og tí orka meira. Sjúklingurin skal taka heilivágin alt lívið. 

 

Heilivágurin er góðkendur at nýta í USA frá juli mánaði í ár, og væntandi verður loyvi givið í Danmark og Føroyum í 2016.

Í Føroyum eru níggju vaksin fólk, sum bera hesa sjúku og tí væntandi skulu hava heilivágin.

 

- Viðgerðin av níggju sjúklingum við hesum heilivági fer at kosta 18 mió kr. um árið. Sum er, er hesin peningur ikki tikin við í fíggjarlógaruppskotið fyri 2016. Tí fer Landssjúkrahúsið í næstum at taka upp samband við Heilsumálaráðið fyri at viðgera hendan nýggja tørvin á fígging av heilivági, sum veruliga kann gera stóran mun í lívsgóðskuni hjá sjúklingum við cystiskari fibrosu, sigur Høgni Djurhuus, varastjóri á Landssjúkrahúsinum.