Tørvar heimastýrislógini ábøtur eru vit sinnaðir at vera við

Lógin, sum samskifti millum FR-DK verður skipað eftir, heimastýrislógin, hevur fingið nógvar ákoyringar seinastu tíðina.

Hon skal hava skyldina fyri at so illa er statt í dag.

Sambandsflokkurin metir ikki, at tað er lógin, sum er orsøkin, men heldur hvussu viðurskifti okkara hava verið umsitin bæði frá danskari og føroyskari síðu. Her átti at verið umsitið betur.

Men eru viðurskifti við heimastýrislógini, sum tørva ábøtur, eru vit í sambandsflokkinum til reiðar at vera við til hesar broytingar.

Innan samskifti millum FR-DK eru vit varugir við nøkur viðurskifti, sum tørva ábøtur. T.d. innan kunning frá fíggjareftirlitinum til føroyskar myndugleikar. Løgtingið hevur eisini gjørt samtykt innan hetta økið, og her vilja vit avgjørt virka við.


Terje Davidsen,

valevni Sambandsfloksins