Tørnið er komið til Sunda kommunu

Tað er Sunda kommuna, sum saman við Íverksetarahúsinum skipar fyri Startup-skeiði í Hósvík.

Tað er Sunda kommuna, sum saman við Íverksetarahúsinum skipar fyri Startup-skeiði í góðu hølunum hjá Hósvíkar skúla í døgunum 10.-12. apríl.

 

- Skeiðið er fyri øll, sum hava áhuga fyri íverksetan og sum hava áhuga at abeiða við góðum hugskotum.

 

Tað siga stigtakararnir.

 

Lagt verður aftrat, at skeiðið er ókeypis, og at Sunda kommuna bjóðar morgunmat, frokost og kaffi allar dagarnar umframt døgurða leygarkvøldið.

 

Men, hvat kanst tú so rokna við at fáa burtur úr einum slíkum Startup-tiltaki?

 

- Jú, hetta er ein einastandandi møguleika at vera við til at realisera eitt hugskot, eitt intensivt vikuskifti saman við øðrum, sum hava somu avbjóðingar og áhuga sum tú, eitt vikuskifti fylt við góðari íverksetaraorku saman við inspirerandi mentorum.

 

Stigtakararnir vísa á, at ein einastandandi møguleiki at vinna ein ráðgevingarpakka á 50.000 krónur frá Vinnuframa og 10.000 krónur frá Sunda kommunu.

 

- Startup-skeiðini hava verið kring alt landið og hava eisini verið ein túr í Keypmannahavn. Tiltøkini hava verið serstakliga væleydnað, og góð hugskot trýta ikki í Føroyum, siga Sundakommuna og Íverksetarahúsið.