Í kvøld verður farið undir hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið. Klokkan 19 verður fyrsta bríkslið í Sarpugerði, har Víkingur tekur ímóti EB/Streymi í fyrru hálvfinaluni. Seinna hálvfinalan verður í Streymnesi 18. juni. Hin hálvfinalan er millum B68 og HB, sum hittast á Svangaskarði 4. juni og í Gundadali 18. juni.
Sunnudagin vann Víkingur 3-2 á útivølli ímóti EB/Streymi. Seinnu árini hevur Víkingur havt takið á teimum í Sundalagnum. Liðini hittust í steypafinaluni bæði í fjør og 2012, og Víkingur vann báðar finalurnar. Í fjør var úrslitið 2-0, og í fyrraárið vann EB/Streymur eftir brotssparkskapping. Eftir longda leiktíð var støðan 3-3.
Eisini í landskappingini hevur Víkingur tær seinastu ferðirnar verið omaná. Í fjør vann Víkingur 3-0 á heimavølli og 2-0 á útivølli og eina ferð endaði tað málleyst við Margáir. Í fyrraárið vann Víkingur 2-1 á heimavølli og 1-0 á útivølli, og í síðstu innanhýsis uppgerðini hetta árið vann EB/Streymur 3-2 í Sarpugerði.
At Víkingur hevur havt takið, ganga teir í EB/Streymi ikki so nógv uppí:
-Vit taptu 3-2 sunnudagin, og í kvøld er gott høvi at reisa okkum aftur. Tað gekk betri í 2. hálvleiki, og tað skulu vit taka við okkum, sigur miðvallarin Niels Pauli Danielsen.
Hóast teir vunnu sunnudagin og stóran part av tíðini vóru greitt omaná, so roknar Víkinga venjarin við heilt nýggjari avbjóðing í kvøld:
-Hetta er fyrra hálvfinalan. Vit eiga heimavøll, og vit fara sjálvandi eftir sigrinum, hóast tað verður torført, sigur Sigfríður Clementsen.
Fyrsta bríkslið verður klokkan 19. Eiler Rasmussen verður dómari, og Rás2 fer at siga frá, umframt at tað verður fylgt við her á síðuni.