Tølini ræddu okkum

Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum, sigur, at tey vistu, at nógvir av limum teirra stríddust við strongd, men ikki at støðan var so ring, sum kanningin vísti.

Døpur hagtøl fyri trivnaðin hjá limunum í Starvsmannafelagnum vórðu almannakunngjørd í september, og í tí sambandinum skipar Starvsmannafelagið fyri kjakfundi í annaðkvøld.

Farna ár, gjørdi felagið Fegin umfatandi kanning um strongd millum limirnar í Starvsmannafelagnum. 

700 fólk tóku lut í kanningini, og tølini søgdu eina keðiliga søgu um trivnaðin hjá limunum;

Annarhvør limur í Starvsmannafelagnum segði seg hava havt illgruna um strongd, fimti hvør hevði verið til læknaviðtalu vegna illgrunan, og 10. hvør hevði enntá verið sjúkrameldaður fyri strongd.

Forkvinnan fyri Starvsmannafelagið, Selma Ellingsgaard, sigur, at tey gjørdust rædd av tølunum frá september í fjør, hóast tey høvdum varhugan av, at støðan helst ikki var góð.