Tølini eru ikki álítandi

Bjarni Djurholm ákærir andstøðuna, Í menniskjum góður tokki og Miðlahúsið, fyri at nýta villleiðandi upplýsingar í kjakinum um fátækaváða.

 

Leygardagin varð átakið »Meðan vit bíða« rundað av, og í tí sambandi frættist, at eitt uppskot varð áveg í løgtingið um at hækka barnaískoyti, sum skuldi betra um korini hjá teimum, sum liva í fátækaváða.

 

Átakið Meðan vit bíða, hevur varpað ljós á 1.326 føroyingar, sum liva í fátækaváða, har av nærum 400 børn, sum livað undir serstakliga trongum fíggjarligum korum.

 

Undan tiltakinum í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið, sendi Sirið Stenberg út eitt lesarabræv, har hon fanst at førda politikkinum hjá sitandi samgongu.

 

Men Bjarni Djurholm, tingmaður fyri Fólkaflokkin helt atfinningarnar hjá tjóðveldistingkvinnuni vera uttan innihald.

 

Trýst á pílin undir myndini, fyri at hoyra atfinningarnar hjá Bjarna Djurholm.