Tøkugjaldið ongan týdning fyri kursin

Eyðfinn Reyðberg metir ikki, at nýggja átakið frá landsstýrinum hevur ávirkan á kursin hjá Bakkafrost.

Stórur áhugi hevur seinastu dagarnar verið fyri partabrøvunum hjá føroyska alirisanum Bakkafrost, aftaná at nýggja landsstýrið almannakunngjørdi, at hon ynskir at hækka tøkugjaldið.


Seinastu dagarnar eru partabrøvini hjá Bakkafrost eisini minkað í virði, men sambært Eyðfinn Reyðberg, sum hevur drúgvar royndir innan fíggjarheimin, so ávirkar nýggja tøkugjaldið ikki kursin á partabrøvum.


- Fyri íleggjaran, so hevur tøkugjaldið ongan týdning. Teir hyggja einans eftir hvat ein fyritøkan tjenar. Vit hava sæð, at partabrøvini eru minkað í virði, men tey hava fóta sær nú og veksa aftur í virði. Tað at fyritøkur skulu rinda skatt, er heldur ikki nakað nýtt fyri íleggjarar. Tað sum hendir við nýggja tøkugjaldinum er, at Bakkafrost, ið higartil hevur rindað umleið 18 prosent í skatti, nú verður javnsett við norsku kappingarneytarnar, ið rinda umleið 27 prosent í skatt.


- Tvørturímóti verður væntað, at Bakkafrost fer at tjena tað sama framyvir ella meira. Tískil hevur skatturin ikki ávirkan á støðutakanina at keypa ella selja partabrøvini í Bakkafrost, tí vónirnar eru so høgar og skattabyrðan verður ikki størri enn hjá kappingarneytunum í Norra, sigur Eyðfinn Reyðberg í stuttari viðmerking.