Tøkk til øll sum vóru við

- Ólavsøkan er broytt nakað frá tí, at eg var smágenta, men eg haldi, at broytingarnar eru til tað betra.

Í ólavsøkublaðnum hjá Sosialinum og á In.fo seinastu vikuna hava vit spurt fólk, um tey ætlaðu sær á ólavsøku, hvussu tey halda ólavsøku, og hvat tey halda møguliga kundi verið øðrvísi á ólavsøku.

 

Fólk hava verið ófør at svarað, og nógvar greinar eru væl lisnar, harav nakrar eru endaðar ovast á In.fo sum mest lidnar.

 

Onkur heldur kanska, at hetta er lættisoppatilfar, men tað skerst ikki burtur, at fólk eru áhugað í hvørjum øðrum og hava lisið tað, sum onnur hava havt at aiga. Vit takka soleiðis øllum, sum vóru við.

 

Vit fingu tey allar flestu svarini í ólavsøkublaðið ella á In.fo, men fólk vóru so ófør at geva seg til kennar, tá heitt varð á tey, at onkur einstøk svar lógu eftir, tá til stykkis kom, nú ólavsøkan er løgd afturum.

 

Eitt av svarunum, vit ikki náddu at fáa út, meðan vit enn hildu ólavsøku, var svarið hjá Katrini Margretu Næs, sum er borgarstjóri í Hvannasunds kommunu. 

 

Tá hon varð spurd, segði hon, at avgerðin um at fara á ólavsøku ella ei, gjarna verður tikin spontant, og her hevur veðrið nógv at siga, hvør avgerðin er.

 

Hennara áhugi fyri ólavsøkuni liggur serliga í hátíðarligu løtuni ólavsøkudag eftir gudstænastuna í Havnar kirkju, tá skrúðgongan kemur niðan á Vaglið, og Ólavsøkukórið syngur.

 

- Gudstænastan og løtan á Vaglinum er eftir mínum tykki tað besta við ólavsøkuni. Eri eg ikki í Havn tá, siti eg framman fyri sjónvarpsskíggjan, tí hetta vil eg hava við. Eg eri uppvaksin mitt í Havn, so eg havi upplivað nógvar ólavsøkur.

 

##med2##

 

Katrin Margreta Næs heldur, at ólavsøkan er broytt nakað frá tí, at hon var smágenta, men hon heldur eisini, at flestu broytingarnar eru til tað betra. Her eru fleiri ymisk tiltøk, og á ólavsøku er avgjørt okkurt fyri øll, heldur hon fyri.

 

Kappróðurin hevði eisini stóran áhuga fyri borgarstjóran í Hvannasunds kommunu á ólavsøku hesaferð, nú bæði Sundabáturin og Norðingur hava staðið seg so væl í FM-stríðnum í summar.

 

At enda takka enn einaferð øllum, sum vóru við og sum góvu sítt íkast til góða stemningin kring ólavsøkuna 2022.

 

Katrin Margreta Næs er borgarstjóri í Hvannasunds kommunu.