Todi vs. Henrik í sjónvarpi

Á heimasíðu sínari hevur FC Amager boðað frá, at fyrsti dysturin á kappingarárinum nú er fluttur

Upprunaliga skuldi dysturin móti Lyngby spælast 10. august klokkan 12, men hesin er nú fluttur til leygardagin 9. august klokkan 12.

Orsøkin til hetta er, at Viasat fer at senda beinleiðis frá dystinum. Umframt at talan er um fyrsta dystin hjá nýggja FC Amager, har Todi Jónsson er stjóri, er talan eisini um fyrsta dystin hjá fyrrverandi føroyska landsliðsvenjaranum, Henrik Larsen, sum Lyngby-venjara.