Todi vil verða toppskjútti í Noregi

Todi Jónsson upplivdi eitt sindur av hvørjum, tá ið hann spældi við í venjingardysti ímóti Malaga B. Fyrsta varð hann stútaður av mótstøðumanni, og so skoraði hann ársins fyrsta mál fyri Start. Nú miðjar Todi eftir at gerast toppskjútti í Noregi

Todi Jónsson var annar av málskjúttunum, tá ið Start í gjár vann venjingardyst ímóti Malaga B í Spania. Dysturin endaði við úrslitinum 2-0 til Start, og Todi skoraði seinna málið.
Todi hevur verið nakað plágaður av bruna í hælsinuni seinastu mánaðirnar, og fyrr í vikuni hvíldi hann seg frá einari venjina á venjingarleguni hjá Start í Marbella. Todi sat eisini á beinkinum frá byrjan av dystinum ímóti Malaga B, men í hálvleikinum kom hann inn. Tá var støðan 1-0 til Start.
Sponsku spælararnir spældu hart, og teir fóru við hvørt út um mark. Heimasíðan hjá Start skrivar, 10 minuttir eftir hálvleikin fekk ein av spælarunum hjá Start harða viðferð frá málmanninum hjá Malaga, og tá ið Todi Jónsson skuldi hjálpa liðfelaganum var hann stútaður av einum sponskum spælara. Dómarin gjørdi einki við hendingina.
10 minuttir fyri tíð skoraði Todi Jónsson til 2-0. Eitt innlegg kom inn í brotsteigin, og har var Todi fyrstur og skallaði bóltin í málið.

Vil verða toppskjútti
Málið, sum Todi skoraði mikudagin, er tað fyrsta fyri Start í ár, men Todi hevur gott mót um at gera fleiri mál fyri norska felag sítt.
 Eg haldi meg hava tað, sum skal til fyri at gerast topsskorari í Tippuliguni í ár, sigur 34 ára gamli Todi Jónsson við blaðið Fedrelandsvennen.
Start hevur ikki havt toppskjúttan í norskum fótbólti seinastu 16 árini.
 Tað hevur nógv at siga fyri eitt topplið, at tað hevur ein málskjútta, sum liðið kann líta á. Eitt lið kann koma langt, um tað hevur ein dystarvinnandi málmann og álopsspælara. Hesir báðir spælararnir kunnu avrika nógv, tá ið liðið hevur tað trupult í einum dysti, og tað er við slíkum spælarum, at tú kanst vinna gull, sigur Todi Jónsson.
Hann sær bert ein trupulleika fyri framman, og tað er brunin í hælsinuni.
 Eg má helst spæla við pínu í hælsinuni alt kappingarárið. Tað er einki at gera við tað. Tað gongur væl at spæla, men eg fái neyvan vant á hædd við liðfelagarnar gjøgnum alt árið, sigur hann.
Venjarin hjá Start hevur stórt álit á Toda.
 Todi er ikki í toppformi enn, men hann hevur avgjørt potentialið til at gerast topskjútti í Norra, sigur Tom Nordlie við Fedrelandsvennen.