Todi vil verða landsliðsvenjari

Við tiltakinum ‘Todi FodboldCoaching’ hevur Todi Jónsson seinastu mánaðirnar fyri fyrstu ferð roynt seg í venjarastarvinum. Men klaksvíkingurin ætlar sær meira enn tað. Hann sær seg fegin standa á odda fyri einum føroyskum ungdómslandsliði

Fótbóltur

– Ikki leggja negativt trýst á teg sjálvan. Ikki siga, at tú má raka tvørtræið. Sig, at tú vil raka tvørtræið.
Todi Jónsson og ein smádrongur standa við einum bólti á ovara vølli í Gundadali. Tað er bítandi kalt. Smádrongurin skal frá brotsteigarmarkinum senda bóltin á tvørtræið, áðrenn venjingin er liðug. Hann hevur roynt seg fýra ferðir og hevur verið nær við hvørjaferð. Nú ger hann enn eina roynd. Fær sær rennigarferð. Smekkar so til...

Landsliðsvenjari
Eftir eina miseydnaða roynd sum stjóri í FC Amager, er Todi Jónsson farin at royna seg sum fótbóltsvenjari. Sum fyrrverandi yrkisleikari og landsliðsleikari roynir hann við sínum drúgvu royndum frá fótbóltsvøllinum at eggja ungum fótbóltsleikararum. Verkætlanin ‘Todi FodboldCoaching’ fór av bakkastokki í november í fjør, og klaksvíkingurin stórtrívist í leiklutinum.
Men hann hevur ambitiónir, sum røkka um servenjingar. Todi Jónsson sær seg fegin vera við at mynda ungdómsarbeiðið hjá føroyska Fótbóltssambandinum.
– Eg vóni hvønn dag, at leiðslan ringir og spyr um hjálp. Eg kundi væl hugsað mær at staðið á odda fyri eitt nú U15-landsliðnum og fylgt hesum árganginum gjøgnum árini. Soleiðis kundi eg bygt eitt grundarlag við teimum royndunum, eg havi. Eg kenni á mær, at eg kann hjálpa, sigur Todi Jónsson.
Hann hevur framvegis onga venjaraútbúgving, men vísir á, at tað er skjótt at fara undir eina tílíka, um tað verður neyðugt.

Bjóðar servenjing
Sum hin einasti í danska kongaríkinum bjóðar Todi Jónsson servenjing til ungar og ágrýtnar fótbóltsleikarar. Endamálið er at venja dreingirnar á økjum, sum venjararnir í fótbóltsfeløgunum ikki kunnu leggja dent á. Tí venjararnir hava ongan møguleika at seta seg inn í einstaka leikaran, sum er í eini hópi á 16 dreingir.
– Tí bjóði eg servenjing. Eg venji einsamallur við dreingjunum í ein tíma, har vit seta okkum inn í ymsu støðurnar. Harafturat práti eg við teir. Tað er stuttligt at síggja, hvussu teir menna seg hvørjaferð. Eg síggi mun á teimum sum fótbóltsleikarar áðrenn og aftaná venjingina, greiður Todi Jónsson frá.
Undirtøkan higartil hevur verið góð. Dreingir úr Jútlandi, Fyn og Føroyum hava meldað seg til, har tað er upp til dreingirnar, hvussu nógvar tímar venjingartímar, teir vilja hava við Toda Jónsson. Fyrrverandi landsliðsleikarin er í Føroyum eina ferð um mánaðin og venur føroysku dreingirnar.

Standa seg væl
Og júst hetta vikuskiftið hevur Todi Jónsson verið í Føroyum. Leygardagin vóru sjey dreingir til venjing í Klaksvík, og seinnapartin sunnudagin vóru sjey dreingir til venjing í Gundadali. Allir í aldrinum frá 11 ár til 14 ár.
Fyrrverandi FCK-framherjin staðfestir, at føroysku dreingirnir standa seg eins væl og donsku javnaldrarnir.
– Munurin gerst sjónligur, tá teir verða tannáringar. Tá hava donsku dreingirnir meira skipaða venjing og fleiri avbjóðingar, meðan føroyingarnir meira ella minni steðga upp. Slíkt práti eg eisini við dreingirnar um. Hvat krevst fyri at standa seg aðrastaðni, sigur hann.
Tað var sum framherji, at Todi Jónsson í nítiárunum staðfesti sítt navn í donskum fótbólti. Men tað hevur ikki týdning í servenjingini.
– Sum framherji havi eg fingist nógv við verjuleikarar og miðvallarar. Tað er ikki soleiðis, at eg bara vísi teimum, hvar málið stendur. Eg veit, hvussu ein verjuleikari hugsar og kann sjálvandi hjálpa teimum eisini, sigur Todi Jónsson.

Tað eydnaðist
...og hesaferð eydnast tað. Bólturin brestur í tvørtræið!
– Soleiðis, super! Flott. Takk fyri í dag, sigur Todi Jónsson og gongur spakuliga yvir móti venjaraskýlinum. Tí har stendur ein annar spentur smádrongur og bíðar eftir at sleppa at royna seg.