Todi vil »Fremad«

Fremad Amager hevur verið meira og meira frammi í miðlunum í Føroyum, seinasta árið. Felagið á Amager í Danmark, hevði eitt keðiligt kappingarár í fjør, tá besta lið felagsins, flutti niður í triðbestu donsku deildina. - Í ár, og framyvir, sær heldur betur út fyri felagið á Amager, sigur Todi Jónsson nevndarformaður í Fremad Amager A/S

FÓTBÓLTUR

Niels Petersen

niels@sosialurin.fo



Todi Jónsson, ið allir føroyingar kenna, sum ein tann besta føroyska áleyparan í nýggjari tíð, hevði eina trupla tíð, móti endanum av tíðini í FC København, og valdi at seta eitt meiri góðkent punktum fyri einari glæsuligari yrkisleið hjá sær. Tí valdi hann at fara til Start í Noregi at spæla. Longu í FCK-tíðini byrjaðu tankarnar at sveima um hetta hugskotið, sum í dag er væl áleiðis til at blíva veruleiki. Eitt samlað, sokallað superlið á Amager. Eitt lið, ið kann kappast móti teimum allarbestu liðunum í Superliguni.

- Hetta vóru tankar eg spældi mær við, og tað tók kanska longri tíð enn man hevði væntað, áðrenn tað bleiv veruleiki, fortelur Todi um upprunan til hugtakið F.C. Amager.


Byrjanin

-Tað var ein trupul tíð í byrjanini, tá eg kom til felagið. Tað var eitt felag, ið lá beint yvir niðurflytingarstrikuni, og organisatiónsmessigt var tað lítið skil í felagnum, sigur Todi Jónsson og heldur á fram at siga, at tá so úrslitini eisini byrja at ganga skeiva vegin, so kollapsaði korthúsið.

Todi metur at tað kanska var tað besta, sum kundi henda felagnum, tí hetta hevur givið teimum tíð at skipa seg rættuliga og fáa skipaði viðurskifti, øllum viðvíkjandi.

- Hetta var kanska gott fyri okkum, tí vit kunnu nú nýta optimismuna í og kring felagið til at byggja brýr og menna felagið enn meira.

Ein fótbóltskunnugur maður varð settur í felagnum, Mikkel Madsen, við teirru uppgávu at finna leikarar, ið vóru góðir nokk til at klára seg í deildini, Fremad, akra vóru fluttir niður úr, so at teir kundu sikra sær ein nøkunlunda hampuligan hóp.

Ikki kann sigast annað enn at hesin hevur gjørt eitt gott arbeiði, tí felagið liggur klárt á odda í deildini og ávegis upp aftur í næstbestu deildina í Danmark.

Tað gekk striltið at fáa samanspælt hetta nýggja liðið, tí nógv nýggj andlit vóru komin til felagið. Men dygdin av teimum nýinnkeyptu var á tílíkum støði, at hóast spælið ikki var nakað at reypa av, so vunnu teir 1-0 og 2-1 sigrar.

12 dystir eru nú leiktir av kappingini, og er Fremad Amager klárt á odda við 31 stigum, fimm fleiri enn F.C. Roskilde á øðrum plássi. Seinastu sjey dystirnar hevur Felagið hjá Toda vunnið, so tað sær lovandi út fyri nærlagda føroyingin á Amager.


Framtíðin

Todi fortelur at dygdin á teimum nýinnkeyptu spælarunum er rættuliga góð, men staðfestir samstundis at hópurin má styrkjast í dýpd til næsta ár, um man skal gera sær vónir til at halda sær uppi. Samstundis metir hann at tað er av týdningi at fáa eina sterkari fíggjarliga støðu, so man er klárur at taka kampin upp.


Hugtakið F.C. Amager

Hugtakið F.C. Amager, inniber at man roynur at samansjóva øll feløg á Amager, uttan tey sosialu feløgini, undir einum, F.C. Amager. –Tað eru umleið 15 feløg, ið møguliga áttu at verið við í hesum tiltaki, og samráðingar eru við hesi. Vónandi fáa vit hesi samansjóvaði áðrenn næsta kappingarár, tá vit væntandi ætla at byrja uppá hetta, sigur ein spentur Todi.


Føroyingar í felagnum

Millum føroyingarnar, ið hava spælt við Fremad Amager, kunnu nevnast Andrew av Fløtum, Jann Ingi Petersen, Hjalgrím Elttør og Tem Hansen. Teir, ið nú eru í hópinum, eru Hans Jørgensen, Erling Jacobsen, Páll Klettsgarð og Jóhan Ellingsgaard.

Hesir seinastu, ið nevndir eru, eru allir ungir føroyskir leikarar, ið eru í holt við einari menning, ið, um hon heldur fram, fær givið teimum ómetaliga nógv. Todi sigur seg ikki ivast í, at um framgongdin/menningin forsetur, hjá hesum unglingum, vera teir at síggja á besta liði felagsins, innan eitt ár.


Menningin

Todi er av teirru áskoðan, at hann fegin hevði viljað verið við til at ment føroyskir leikarar, so at landsliðsfótbólturin her í Føroyum fær ein alt størri streym av ungum, evnaríkum spælarum, ið kunnu vera við til at lyfta okkum hægri upp eftir styrkislistanum.

- Eg vil vera við til at menna føroyska landsliðið, soleiðis, at vit her á Amager kunnu upplæra nakrar ungar føroyingar, ið á hendan hátt fáa íblástur til yrkisfótbólt og leita sær leiðir uttanlanda at spæla fótbólt, í alt størri mun.









Í boks:



STØÐAN / 2. DIVISION ØST 2007/08


Nr. Felag D V J T Mál Stig

1. Fremad Amager (N) 12 10 1 1 31-10 31

2. FC Roskilde 12 8 2 2 21-13 26

3. Brøndby II 12 7 2 3 32-15 23

4. Brønshøj 12 7 2 3 23-17 23

5. Greve 12 6 2 4 13-12 20

6. Skjold 12 4 5 3 18-16 17

7. Værløse 12 5 2 5 18-18 17

8. Stenløse 12 4 4 4 16-16 16

9. B93 12 4 3 5 18-20 15

10. Skovlunde 12 5 0 7 16-18 15

11. Slagelse 12 3 3 6 16-23 12

12. Søllerød-Vedbæk 11 4 0 7 16-26 12

13. KB 12 2 5 5 16-19 11

14. Holbæk 12 2 4 6 14-23 10

15. B1908 (O) 12 2 3 7 14-24 9

16. Glostrup FK 11 2 2 7 10-22 8


---


Fakta um Fremad Amager


Fremad Amager er eitt danskt fótbóltsfelag á Amager. Besta lið felagsins spælur í 2. deild, meðan næstbesta liðið spælur í Seriu 1 undir Københavns Boldspil-Union (KBU). Felagið var sett á stovn í 1910, og í 1929 fluttu teir upp í divisiónsregi, og longu eftir fáum árum var felagið í bestu deildini. Sum við so nógvum øðrum feløgum, hava tað verið góðar tíðir, og minni góðar tíðir, men felagið er tó ongantíð farið niðurum divisiónsregi aftur. Teir hava megnað at hildið seg harumleiðir, síðan 1929.

Arbeiðarafelagið er skipað í tveimum nevndum, einari amatør nevnd og einari professionellari nevnd, har núsitandi nevndarformaðurin Todi Jónsson og samtakið Fremad Amager Invest A/S, eru høvuðseigarar.


Umstøðurnar

Felagið venur og spælur sínar dystir í Sundby Idrætspark, og hevur egið felagshús, við matstovu, skrivstovum og skiftirúmum til seniorarnar. Ungdómsspælarar felagsins og teirra mótstøðumenn skifta í skiftirúmunum í Sundby Idrætspark, orsakað av plásstroti í felagshúsinum.


Kend nøvn

Av kendum nøvnum, ið hava spælt í felagnum av Amager, teljast stjørnur sum Frank Arnesen og Søren Lerby. Hesir vórðu í 1975, báðir seldir til hálendska stórfelagið AFC Ajax. Tá vóru hesir, nú kendu fótbóltsnøvn, bert ávíkavist 18 og 17 ára gamlir.

Lerby var somikið ungur at pápi hansara, Kaj Lerby, noyddist at skriva undir sáttmálan fyri sonin.


Forkunnugt

Fremad Amager kann av røttum kalla seg einasta ósigraða danska liðið í europeiskum kappingum. Vejle Boldklub vann The Double í 1972, og tískil skuldi teir av Amager á fyrsta sinni í søgu felagsins, spæla europeiskan fótbólt, meðan meistararnar úr Vejle valdu at luttaka í meistarakappingini. Lutakastið hjá UEFA paraði felagið við tveir dystir móti KS Besa Kavajë frá Albania. Fyrsti dysturin, á heimavølli í Valby Idrætspark, endaði 1-1 eftir at Erik Ryde javnaði í 67. minutti. Seinni dysturin í Durres bleiv ein rótutur dystur, uttan mál. Fremad Amager reyk tessvegna út úr kappingini uppá minst møguliga munin - rekulin um útivallarmál. Men eftir stendur, at Fremad Amager kann reypa sær av at vera einasta danska liðið, ið enn ikki hevur tapt í Europa Cup.