Todi við í Stadion-ætlan

Fremad Amager Invest, sum er felagið handan FC Amager, er ein av partaeigarunum í nýstovnaða Copenhagen Multiarena, har eitt av stóru donsku ítróttarnøvnunum er drívmegin

Fótbóltur

 

Síðani Fremad Amager fyri góðum ári síðani kom á føroyskar hendur, hevur tosið um eitt nýtt stórstadion á Amager av og á verið at hoyrt í fjølmiðlunum.

At ætlanir hava verið, er eingin loyna, men nú tykist veruligt kjøt vera komið á ætlanirnar. Í øllum førum er Fremad Amager Invest, sum er føroyska felagið handan Fremad-yvirtøkuna, millum stovnararnar av nýggja felagnum, Copenhagen Multiarena A/S.

 

Slagelse-heilin við

Danmarks Radio visti í gjár at siga, at Fremad Amager Invest er ein av tveimum stovnarum av nýggja felagnum, og stjóri í hesum er Brian Mollerup. Eitt navn, sum kanska ikki er so kent í Føroyum, men sum verður roknað millum tey heilt stóru í danska ítróttarheiminum.

Mollerup verður nevnliga roknaður sum maðurin handan Slagelse-liðið, ið púrasta kollvelti danskan kvinnuhondbólt, og sum í nógvar eisini umdefineraði, hvussu tað ber til at branda og selja ítrótt mótvegis vinnulívinum.

 

Navnið spillir ongan

Hvørki Todi Jónsson ella Mollerup vlija gera viðmerkingar til málið í donskum miðlum. Sosialurin hevur í morgun tosað við Heina Zachariassen, nevndarformann í Fremad Amager Invest, men heldur ikki hann vil gera viðmerkingar.

Navnið á ný ggja felagnum avdúkar tó endamálið við hesum. Og tað er eingin loyna, at skal FC Amager klintra upp í donskum fótbólti, er Sundby Idrætspark ikki nóg mikið. Seinast Fremad Amager var í superliguni, mátti felagið flyta nakrar av heimadystum sínum, tí ljósið á Stadion ikki er nóg gott til sjónvarpsupptøkur.

Hartil eru í dag UEFA-krøv, sum púra neyvt áseta, hvørjar treytir slík stadion skulu lúka, og tað skal stórarbeiði til, um Sundby Idrætspark skal røkka hesum.

Við yvirtøkuna segði Todi Jónsson, at málið var at spæla í superliguni í 2010. Tann ætlanin fekk kansk eitt skot fyri bógvin, tá felagið í fjør flutti niður, men um tað so verður í ’10, ’11 ella ’12. So er tað neyvan ov tíðliga at leggja sær hetta til rættis longu nú.