Stóri spurningurin ímillum fótbóltshugaðar føroyingar undan dystinum, sum sjónvarpið fer at senda í kvøld, er, um Todi Jónsson verður á liðnum hjá FCK í kvøld. Tað er tí at føroyski landsliðsmaðurin er í felagnum, at føroyingar og Sjónvarp Føroya vísa dystinum áhuga.
Og vit kunnu staðfesta, at Todi Jónsson verður ímillum teir fyrstu ellivu:
Vit senda besta liðið inn á vøllin, og tað er eingin ivi um, at Todi Jónsson telist ímillum teirra, sum hoyra til bestu uppstillingina hjá okkum. Hann fer at spæla í álopinum saman við Davidi Nielsen, sigur Poul Erik Petersen, ítróttarligur stjóri í FCK, sum harvið staðfestir, at ungi bornholmarin, Stefan K. Hansen, sum sunnudagin kom inn, tá FCK spældi í Lyngby, og eftir lítlari løtu skoraði trý mál, fer at sita á beinkinum.
Todi er ein av mest týdningarmiklu spælarunum hjá okkum. Vit meta hann sum ein av lyklaspælarunum, og ikki minst í Europa Cup er tað hent at hava spælarar, ið kunnu útinna sovorðið, sum hann aftur og aftur hevur víst, at hann er førur fyri.
Er Todi Jónsson til sølu?
Alt er til sølu, men tað velst altíð um, hvønn prís tú verður bjóðaður, sammett við tað, sum tú hevur at selja. Í løtuni er tað ikki aktuelt at selja Toda, men um hann ikki verður plágaður av skaðum, og um hann verður støðugur og viku eftir viku og ikki minst í Europa Cup vísir góð avrik, so ivist eg onga løtu í, at vit fara at fáa tilboð uppá hann, og so mugu vit síggja, hvat verður bjóðað.
Taka uppgávuna
í álvara
Hóast donsku fjølmiðlarnir hava gjørt nógv burturúr, at FCK er tað danska felagið, sum hevur fingið lættasta mótstøðuliðið í Europa Cup, so taka teir uppgávuna í kvøld í størsta álvara:
Teir vandu í morgun klokkan tíggju, og so hava teir frí restina av degnum. Í morgin venja teir klokkan ellivu, og síðani fara teir beinleiðis frá venjingini og á eitt gistingarhús, har teir fara at hvíla og halda fund, áðrenn teir fara í Parkina, segði ítróttarligi stjórin seinnapartin ígjár.
Hava sæð betri dagar
Ararat Jerevan er úr Armenia, sum fyri seks árum síðani fekk sjálvstýri, eftir at gamla Sovjetsamveldið datt sundur. Føroyingar komast mest við Armenia og Jerevan frá talvolympiaduni, ið varð hildin har eysturi fyri nøkrum árum síðani.
Fótbóltsliðið Ararat Jerevan vann í 1973 sovjetiska meistaraskapin, og bæði hetta árið og árið eftir vunnu teir steypakappingina. Í 1975 rukku teir fjórðingsfinaluni í Europa Cup kappingini fyri meistaralið. Teir taptu so tepurt, sum tað ber til, ímóti Bayern München, sum tá var einaráðandi í europeiskum liðfótbólti.
Liðið hevur vunnið landskappingina eina ferð hesi síðstu seks árini, men í steypakappingini hava teir staðið seg betri. Finalusigurin í vár var hin fjórði í fimm ár.
Men hóast góðu úrslitini, so verður armenskur fótbóltur ikki mettur høgt í altjóða høpi. Í innleiðandi umfarinum í ár tapti Armenia Jerevan 4-2 á útivølli ímóti Dinamo Batumi, sum HB spældi ímóti í fjør. Seinni vísti tað seg, at georgiska liðið hevði brúkt ein spælara, ið ikki hevði loyvi at spæla við ímóti Jerevan, og UEFA dømdi teir at tapa 3-0. Í Jerevan vann Batumi 2-0, men tað var ikki nóg mikið at draga skriviborðstapið innaftur, og tí er tað Jerevan, sum Todi og liðfelagarnir í kvøld skulu royna seg ímóti, meðan føroyingar hava møguleika at fylgja við í sjónvarpinum.