Danmark
Alt bendir á, at Todi Jónsson verður klárur at spæla, tá FCK um knappar tvær vikur skal spæla týdningarmesta dystin á árinum.
Mánadagin varð Todi kannaður av læknanum hjá FCK, Frank Odgaard, og boðini tykjast ikki at vera so ræðandi, sum tað av fyrstan tíð var líkt til. Frank Odgaard sigur, at í løtuni fær hann ikki staðfest við vissu, hvat slag av skaða, talan er um, men at tað eftir øllum at døma er ein sokallað forstrekking. Talan verður tí væntandi um ein steðg upp á einar 10 dagar, og skuldi Todi sostatt verið 100% til reiðar at spæla hin 10. juni.










