Todi verður ikki við

Eftir venjingina hjá FCK leygardagin er greitt, at Todi Jónsson ikki verður á liðnum hjá FCK sunnudagin

 

Gulldystur


Tað var ein sera harmur Todi Jónsson, sum í dag kundi staðfesta, at hann ikki er tøkur, tá FCK sunnudagin tekur ímóti Brøndby.

- Eg kann ikki siga annað, enn at eg eri meira enn keddur. Hetta er ein dystur, sum mann altíð hevur droymt um at spæla. Ein fullsett Parken í dysti móti Brøndby, har vinnarin helst verður danskur meistari. Tað er so avgjørt ikki nakað, sum mann ofta hevur møguleika at royna.

- Ikki minst tað, at tað eisini hevur gingið væl persónliga seinastu tíðina, ger, at hetta er eitt stórt vónbrot hjá mær.


Stór uppliving

Todi er sjálvandi eisini harmur um, at nógvu føroyingarnir, sum eru komnir niður, ikki kunnu síggja hann á vøllinum.

- Eg ivist tó ikki í, at teir fáa eina risa stóra uppliving. Talan er um ein veruligan stórdyst, so sjálvt um eg ikki verið við, ivist eg ikki í, at talan verður um eina sera minningarríka ferð, sigur Todi Jónsson at enda