Todi verður disko-eigari

Tað er ikki endaliga váttað, men eftir øllum at døma kann Todi Jónsson í næstum skrivað diskotekseigari á navnaspjaldrið

Annað enn fótbóltur

Fremsti føroyski fótbóltsleikarin, Todi Jónsson, tykist nú vera í ferð við at leggja sær ætlanir um, hvat lívið skal innihalda, eftir at árini sum yrkisleikari eru av.
Og at hann er komin nakað væl út um tilrættisleggingina, tykist nú vera víst. Í øllum førum hava vit frá álítandi keldum frætt, at Todi Jónsson ? saman við øðrum ? nú er í ferð við at keypa eitt dansistað miðskeiðis í danska høvuðsstaðnum.

Savningardepil
Her á blaðnum royndu vit í gjár at fáa fatur á Toda Jónsson, men hetta eydnaðist okkum ikki, tá FCK-leikararnir framvegis vóru til venjingar, tá blaðið fór til prentingar.
Men eru upplýsingarnar, sum blaðið hevur fingið, rættar, er lítið at ivast í, at mongu føroyingarnir, sum fara til Keypmannahavnar at hyggja at dystinum millum FCK og Brøndby, hava funnið sær eitt stað at savnast, og hesa ferð verður tað neyvan á Skarv. Sum skilst, eru tað bara smálutir, sum resta í, áðrenn avtalan um keypið verður almannakunngjørd, og tí er talan helst bert um heilt fáar vikur ? ella møguliga dagar ? áðrenn nýggja dansistaðið letur upp.
Sum sagt, so eydnaðist okkum ikki at fáa fatur á Toda, áðrenn evstamark okkara, men meira verður helst at frætta um málið í leygardagsblaðnum.